Vegurin í Haraldssundi

Fyrst í 1930, millum 1930 og 1933 varð vegurin frá garðinum heim í Støðna gjørdur. Tað vóru mennirnir í bygdini, sum gjørdu vegin.

Tá teir skuldu gera vegin oman á kaiina, skuldi so nógv grót til, at teir gjørdu av at spreingja í Glyvursánni fyri at fáa grót.Teir sprongdu ánna longur niður, og tá bleiv ein gálgi av timbri settur upp, uppi á vegnum. Hann bleiv brúktur til at hiva grótið úr ánni og upp á vegin. Síðani bleiv grótið rulla heim í Støðna.

Um Glyvursánna var ein brúgv, sum Magnus Sivert Simonsen hevði gjørt. Hon bleiv tikin niður tá, og ein onnur stoypt upp aftur. Tann brúgvin var laða soleiðis at hon hevði eitt hválv. Hendan brúgvin var gjørd á sama hátt, sum tann sum er gjørd á gamla veg. Hon stendur uppi enn og er eitt prýði fyri bygdina og minnir okkum á, hvussu væl teir gomlu dugdu.

Hon sæst norðanfyri gomlu Sláturmiðstøðina. Andrass Jacobsen hevur gjørt eitt formninnið um hesa brúgv. Minnistalvan kann síggjast á norðurendanum á bygninginum, sum Gunleiv Joensen eigur í dag. ( Sláturmiðstøðin ).

Fyrst í 80 - inum bleiv vegurin suður á Bakkan gjørdur av nýggjum. Tá bleiv tann brúgvin tikin burtur og løgd tvørtur um Myllánna. Hetta varð gjørt fyri at koma lættari at rættini Fyri Sunnan.

 

Myndir