Vitin KG

Jákup av Skarði og Sofus Gilstein lótu bátin byggja í 1931.

Óli Poulsen meinar, at báturin er bygdur í Haraldssundi.

Teir, ið bygdu bátin vóru Heini Petersen og Absalon Østerø úr Mikladali. 

Tað hevur Jógvan Pætur Gilstein fortalt fyri Óla Poulsen.

Í 1980 gjørdu Óli og dreingirnir næstan allan bátin av nýggjum

Hetta fortelur Maria Poulsen fyri Andrassi Jacobsen.

Poul Eyðfin Poulsen 18 ár eigur bátin í 2018 og hetta er eitt stórt 4 mannafar.

Abbi hansara sigur, at báturin kom úr Haraldssundi fyri 50 árum síðani.

Myndir