Dreymurin : Karl Klettskarð

Ein dreymur :

Karl Klettskarð úr Haraldssundi sigur frá.

Orðarætt niðurskrivað eftir munnligari frásøgn. Hetta stóð í " Hugnalig Jól 1978 "

Hetta er ikki annað enn ein dreymur á einari vetrarnátt. Men eg haldi tað vera so undarligan dreym, at eg ikki havi kunnað gloymt hann øll hesi nógvu ár, sum eru gingin síðani. Dreymurin er um ein dag á fjalli í skurð Fyri Uttan á Skarði.

Fyri Uttan á Skarði, tað er í Ytstadali. Tað var, sum tað plagar at vera ; vit heimaru mennirnir vóru í Gjóardali og hugdu eftir, hvussu tað gekk hjá teimum at reka seyðin úr Kletti og so stoyta hann undan Klettskarði ella Skarðinum á Kletti, sum vit vanliga kalla tað. Hetta gekk alt fyri seg, sum tað plagar at ganga. Vit róku seyðin úr Gjóardali og út í Ytstadal, og vit plaga at steðga, tá ið vit koma út til tað uttasta gilið ella har umleið, og so plaga vit at bíða. Seyðurin kemur oman úr erva, tað er oman av Nakkinum og Vestan úr Nakkinum, vit kalla, tá ið hann er staddur við hetta gilið. Tað sæst so ógvuliga væl, hvussu tað gongur hjá teimum har uppi. Ein kann fylgja við líka frá Hvíturókini, hvussu tað gongur at stoyta har og stoyta oman úr Reyðurók. Men tað sæst ikki vestur í Nakk, harafturímóti sæst, tá ið seyður kemur har, um nakar seyður er har, og mennirnir koma aftaná.

Hendan dagin var eg staddur, sum eg plagi at vera, í tí uttaru gonguni nakað miðskeiðis á Ternubrekkku, kanska heldur ovarlagani. Men seyðurin, tá ið hann stendur so leingi, ímeðan vit bíða eftir teimum ovaru monnunum, tá keðist hann, tí hesin seyðurin er slektaður úr Gjóardali, og tí er tað eitt sindur torført at ansa eftir her, tí hevur ein ær fingið ferð á seg heimeftir har um leið, so verður hon ikki steðga. Tað blívur verri og verri.

Ja, sum vit liggja har, síggi eg, at tann eina ærin, hon fer at ganga heim í tað uttasta gilið, og sum eg segði í áðni, tað er ilt at gera við, tá ið tær fara heimeftir. Tað rætta er, at tær ongantíð skulu venda sær heimeftir. Men so nú síggi eg, at ærin kemur upp úr gilinum og hon fer heimeftir, ikki so hart; men hon gongur heimeftir. So takið eg meg niðan, og eg rópi á tann mannin, sum er omanfyri meg, ansa eftir ! Eg sigi við hann, nú koma tær heimeftir. Og hesin maðurin gjørdist ógvuliga kløkkur, tá ið eg segði hetta við hann, og reistist upp, men gjørdi einki. Eg fór so niðan, gekk meira at kalla tvørt við manninum. Eg kendi hann ikki. Maðurin var skeggjutur og ikki klæddur sum vit. Hann hevur ordiligan fjallstav í hondini og er í koti og kortum buksum, og so hevur hann vøttir bundnar við lið. Hann hevur hettu á høvdinum, hon hongur aftur á herðarnar. Eg haldi, tað var merkiligt. Eg visti tað, at kunoyingar plagdu at vera í samgongu; men at eg ikki skuldi kenna ein eldri kunoying, tað helt eg vera rættiliga undarligt. Men hesin maðurin gjørdi einki um seg. Eg farið so niðan og beini ærina út um aftur gilið.. Tað var alt í lagið við tí. Maðurin vísti seg at leggja seg aftur. So hyggi eg niðaneftir. Sum eg sigið; tað sæst so ógvuliga væl; nú síggi eg, at tær eru komnar omanum, har sum tær stoyta oman, har sum vit kalla : " Oman av Nakkinum " Og tað er rættiliga nógvur seyður. Og eg hugsi við mær; kuoyarseyður fyri í dag ! Eina løtu aftaná, nú kemur aftur seyður úr Reyðurók; tað er seyður, sum er úr Nakkinum, sum vit kalla, og har er rættiliga nógvur seyður eisini. Hugsi eg við mær; hetta er ein undarligur dagur, kunoyingar skulu eiga so nógvan seyð inni hjá okkum !

So gekk alt, sum tað plagar; tað verður stoytt. Men nú síggi eg, at menn fara vestur í Sandrók. Tað er ein rók, sum ikki er so langt gangandi. Sandrók er beint áraka Káraskorð, so í fornari tíð kann tað væl hava verið gangandi ígjøgum Sandrók vestur í Káraskorð. Káraskorð er beint omanfyri Skarðstør. Men eg sá ongan seyð vera farnan í Sandrók, eg skilti ikki, hví mennirnir fóru har, men nokk um tað, har fóru tveir menn, og teir vóru leingi burtur, helt eg. Tá ið teir nú koma aftur, nú koma teir við einum fylgi, einum ordiligum fylgi, tað var kolsvartur seyður, endiliga veðurlomb, kolakolasvørt, og hartil tey vóru stór. Eg skilti meira at kalla ikki eitt mukk av hesum, hvussu hetta hekk saman, tí eg hevði ikki sæð nakran seyð at farið har. Vell, so stoyta teir omaneftir, og eg síggi, at mennirnir eru akkurát klæddir sum hesin omanfyri meg. Tað hevði eg ikki lagt merki til. Teir stoyta sum sagt. Eg hoyrdi ongan mann tala nakað. Tað rakst rættiliga væl. Tað rørdist ikki. So varð steðgað oman fyri Skarðstørrókina, og har varð steðga so leingi, helt eg. Eg hugsaði við mær sjálvum; er nú seyðurin farin har eisini ? Har hava vit annars ein garð, so seyður ikki skal sleppa. Teir eru nokkso leingi burtur, so nú koma teir aftur við einum nokkso stórum fylgi, meira at kalla stórt fylgi; men tað fylgið var skikkað sum okkara seyður, tað var skorðreyður seyður og reyðblikutur, og veðurlombini vóru upp á sama máta, ógvuliga seðlig, sum vit kalla, bjargalit summi. Og hesi lombini vóru akkurát líka stór sum hini; men hini vóru kolsvørt, og hesi vóru reyðlig og hyrningi var avbera vøkur. So koma vit saman. Nú síggi eg, at øll fjallskipanin er klødd upp á sama máta, sum hesin maðurin, eg havi tosað um, oman fyri meg. Teir eru so tunglyntir, eftirsum vit eru nú í tíðini. Men allir hava stav, kot, hettu og vøttir og alt hetta. Summir eru svartskeggjutir, summir brúnt og summir reyðskeggjutir. Vell, vit reka upp á sama máta, sum vit altíð hava rikið heim ígjøgnum hagan. Eingin maður talar, eingin seyður jarmar. Nú koma vit heim ímóti gjónni; har er ringt at reka, tí vit fáa seyðin niðan við Gjógvadalsgjógv ( Gjóadalsgjónni ), og har er ógvuliga bratt, so har nyttar einki at taka eftir nøkrum seyði, har er brattari enn so. So reka vit upp har, og so síggi eg, at ein ær í tí hon kemur upp á brúnna vendir sær úteftir, sum er eitt ringt merki. Og eg rópi til mannin oman fyri meg, eg sigi ; ansa nú, ansa eftir, tí nú er ikki gott ! Og maðurin varð júst sum eg segði at byrja við ógvuliga kløkkur, eisini tann næsti undir mær, báðir líka kløkkir, hugdi tann vegin, sum eg var, rættu bara stavin upp til at forða við. Eg fór so niðan um hann og fekk beint hesa ærina heimeftir. Nú er alt, sum tað er vant, vit ganga við gonguni heim um Gjóadalsgjónna og líka undir Líradeild, sum vit kalla vørðslan, tað er, har seyðurin fer inn í rættina. Tí eg visti, at her plagdi viðhvørt at leypa seyður upp. Og nú koma vit í rætt, seyðurin kemur saman, og eg síggi, at hetta er eitt óført, óført fylgi og stór lomb. Tá kundi eg ikki halda mær longur, tá segði, og eg veit ikki, um tað var av øvundsjúku; skamm fyri, at tit hava nógvan seyð, tá ið tit bæði kunnu hava tað í Káraskorð og í Skarðstør ! Tá ið eg hevði sagt hetta, tá vóru teir, sum vóru niðriundir, so kløkkir, at teir hoknaðu undan knøunum og tóku hondina fyri eyguni og hugdu uppeftir, har sum eg stóð. Tað vísti seg, sum um teir ikki sóu meg, men hetta alt er so løgið fyri mær, tað sá út, sum um at alt var í lagið, bæði teir og seyðurin. Tað var bara eg, sum ikki var í lagi; tað var eg, sum ikki hoyrdi til at vera her, sum tað sá út fyri mær.

Vóru hetta forfedrar mínir, so ger tað mær ógvuliga ilt, tí hesir mennirnir høvdu so ringt eyga á mær at vísa seg, tann dagin. Men eg var júst tann, sum tók upp arbeiði teirra aftur aftaná í tí óhøgliga haganum. Og eg havi roynt at gjørt tað besta, sum eg kann eftir førimunni. At teir skuldu hava so ringt eyga á mær ! Altso, um tað nú vóru forfedrarnir; men eg veit líka, hvat tað var og ikki. Men tá ið eg hevði hetta, sum eg sigi, støkkur kom í allar, tá vaknaði eg av hesum vælsignaða dreymi. Og eg var næstan kvaldur, tá eg vaknaði. Eg leyp av seingini, fekk vindeygað upp, og har lá eg og tivaði júst sum ein vargaseyður. Sum eg liggi út av vindeyganum, nú kemur mær í hug søguna um Trónda í Gøtu, tá ið hann var í Sandvík og manaði allar upp, Sigmund, Tóra og Einar, tað mundi vera fyri at fólkið skuldi vita, hvussu teir vóru deyðir. Søgnin sigur, at tá ið Sigmund fór út sum tann seinasti, tá reistist Tróndur upp úr sessinum, hann sat í, og hann var næstan kvaldur. Tað sá út, sum um hann ongantíð hevði havt andað, at hann hevði havt ondini inni alla tíðina, meðan hann manaði teir upp. Men eg hevði einki sovorðið fyri, eg lá uppi í mínari song, eina vetrarnátt. Eg hevði hvørki gjørt eitt ella annað. Hetta var so dreymurin.

Eitt kvøldið langt síðani, tá nógv fólk var inni hjá okkum, fóru tey at tosa um huldufólk. Eg minnist, at mamma mín fortaldi frá, hvat mamma hennara var úti fyri einaferðina, hon var hjá neytum úti í Mikladali, tætt við Klovningarstein, og hon fór at mjólka kúgv millum báðar steinarnar. Hesir klovningarsteinar, teir eru rættiliga stórir, og so mikið meira, so er rúm millum helmingarnar báðar. Eisini niðri við svørðin. Eg havi ikki mált tað; men eg kundi tonkt mær til, at tað vóru einar fýra alin niðri við grasið. Hon skuldi fara undir at mjólka mitt millum báðar steinarnar, segði mamma mín. Meðan hon situr og mjólkar, nú kemur eitt so stórt buldur í, at hon bleiv rættiliga kløkk; men ikki bara tað, kúgvin sprakk úr haftinum, segði hon frá, og leyp líka heim um ánna, tí steinurin stendur tætt við ánna. Hesum lurtaði eg eftir; men eg legði ikki upp í tosið hjá teimum.

Men so einaferðina, eg fór burtur í haga, eg mundi vera eini 24 ár tá, hendi meg nakað. Vit høvdu róð út rættiliga nógv ta vikuna, og eg var illa svøvntur. Tað var ein sunnumorgun, og eg hugsaði við mær sjálvum, at eg skuldi ganga niðan við markinum fyri at royna at kenna lombini, sum lógu um markið fyri ikki at marka skeiv lomb, tá ið vit fóru á fjall. Men sum sagt, eg var ógvuliga linur tann dagin, og tað bar so á, at sólin skein upp á tað heitasta, sum hon kann skína ta tíðina á árinum. Tá ið eg kom niðan við ánni, tætt við markið, niðan móti Klovningasteini, hugsaði eg við mær sjálvum; tað hevði ikki verið óráð at fingið mær ein lúr, at vita um eg kundi sovna, tí eg var so linur ! Men tann dagin var so vátt ímillum báðar helmingarnar, at eg tók og legði meg á ryggin, sum er norðan fyri steinarnar. Men áðrenn eg legði meg, sigi eg hart; er nøkur genta inni í steininum, so kom til mínsara eina løtu ! Og eg legði meg, og tað lukkaðist, eg sovnaði. Eg veit ikki, hvat tað kundi vera, einar 20 minuttir, haldi eg, tað vardi, so vaknaði eg. Men har kom eingin genta til mínsara. Og so gekk eg meg lidnan burtur í haga, og so fór eg heimaftur. Tá ið eg eri komin til hús og fór at lata meg úr um beinini, helt eg við mammu mína : Klovningarsteinur, hann er øðrvísi enn aðrir steinar ! Hvussu eg visti tað ? Spurdi hon. So greiddi eg henni frá hesum, at eg var so linur og legði meg at sova har, og áðrenn eg legði meg, segði eg soleiðis; er ein genta inni í steininum, so kom til mínsara eina løtu ! Og hon gjørdist frá sær sjálvum, hon kom ímóti mær og trampaði og nevaði, at eg skuldi ikki gera sovorðið. Eg havi ongantíð sæð hana verið so uppøsta fyrr. Eg visti, at hon var ógvuliga góð við meg, um hon ikki var býtt av mær, og tað hevði hon sínar orsakir til, tí hon hevði mist øll úr húsinum, og eg var einsamallur eftir hjá henni. Men sum sagt, eg kendi hana ikki aftur tann dagin, sum hon bar seg at. Eg sat tí eina góða løtu og hugdi upp á hana staðin fyri at lata meg í um beinini. Men okkurt hevur verið har, sum fólk ikki hava fatað. Tí har geldur tann bygdarløg, at ein ikki skal hava grátt ella dimmt seyðband at binda seyð við úr haganum. Tað skal hann ikki gera. Og henda løgin, eg trúgvi vist, at hon er nógv best hildin av øllum, sum eru gjørdar í okkara lítla landi til dagin í dag. Men nær hon er gjørd, veit eg einki. Hon er væl hildin ættarlið eftir ættarlið, og kann henda fara, nú hesir yngru at gera tað sama. Men sum sagt, nær hon er komin og av hvørjum orsaka, tað veit eg so ikki. Eg kanska havi hoyrt eitt ella annað. Men sum tit vita, so kann ein lítil fjøður blíva til fimm hønur. Tí ætli eg mær ikki at tala um, hvat eg havi hoyrt av sovorðnum smáum.

 

Myndir