Carlton
Um sluppina Carlton 1922-1958.
Hetta eru rovini av sluppini Carlton, soleiðis sum hon sá út í 1972 á Fiskimøl sunnanfyri bygdina í Haraldsundi. Jóannes E. Heinesen tók myndina í sambandi við eina útferð til Haraldsundar, tá vit vóru liðug við realskúlan í Klaksvík á sumri í 1972.
Carlton varð bygd í Grimsby í 1888, og keypt til Føroya úr Svøríki í 1922. Tað vóru Jóan Jakke á Viðareiði, Jens Clæmint og Jógvan Kjølbro, sum keyptu hana í felag. Carlton hevði ein 38 hesta motor, tá hon kom til Føroya, og hon var tað fyrsta skipið í Norðoyggjum, sum fór til Grønlands at fiska. Tað var í 1925. Carlton varð løgd í 1958.
Nógvir kendir skiparar førdu Carlton, meðan hon hoyrdi heima í Klaksvík. Jóan Jakke á Viðareiði førdi hana tey fyrstu árini, síðan førdi Poul Skarðenni ella Stellu-Pól hana í 4 ár, til skonnartin Stella Maria var liðug. Í 1932 fer Richard hjá Jóan Jakke at føra Carlton, og brøður hansara Esmar og Jógvan førdu hana eisini í nógv ár. Aðrir skiparar á Carlton vóru Edward uppi á Laði og Jens í Árnafirði.
Eg havi fingið fortalt, at tá teir sleipaðu Carlton norður í Haraldsund, har ætlanin var at søkkja hana, slitnaði endin, ella onkursvegna mistu teir hana. Tá rak hon á land á Fiskimøl, og har varð hon liggjandi. Sum stórur smádrongur miðskeiðis í 1960-unum helt tað tað verða eitt sindur óunniligt, at síggja skipið liggja har sum eitt spøkilsisskip. Se mindre
Jákup Andreasen hevur skrivað.
Del
Myndir

