Tá skáltamenn skjútsaðu Símun av Skarði

Av teimum 6 børnunum hjá bóndanum eiga einans tvey eftirkomarar. Niklas Hans var borin til festið og skuldi føra húsið víðari, men tað kom at ganga øðrvísi. Ein góðveðursdag í juni mánað í 1906 høvdu Niklas Hans, pápi hansara og Mikkjal í Innistovu skjútsað Símun av Skarði norður til Viðareiðis. Afturkomnir fóru teir allir til hús, meðan tann 12 ára gamla Súsanna Margreta lá á báti. Hon var úr Ovastahúsi í Árnafirði, dóttir Jóhonnu Mariu. Niklas Hans var skjótur oman aftur, tí hann skuldi inn í Ánirnar á fjall; men í tí hann steig á stokkin, barst honum á - hann hevði hundin undir arminum - og hann fór fyri borð. Hundurin kom upp aftur og svam í land, men einki sást til Niklas. Gentan rann niðan at siga frá; Símun og Mikkjal skundaðu sær oman og sóu Niklas Hans liggja á botninum. Teir fingu hann upp, men einki lívstegn sást. Teir róðu av øllum alvi inn til Klaksvíkar. Men ov seint var, hann var deyður, og við honum slóknaði vónin um, at bygdin fór at hóra undan. Niklas Hans hevði gentu inni í Ánunum, og tey ætlaðu at giftast, nú hann hevði fest. Símun var nú vorðin gamal, men royndi at knossast, so leingi hann orkaði. Hann doyði í 1912, og so var øskukalt í Kongsstovuni. Tann yngri sonurin, Jóannes, var nú næstur til festið; men hann hevði ongan hug til at flyta norður. Hann var farin til Klaksvíkar at rógva út, tá hann var tilkomin, og hevði betri hug til sjógvin. Honum stóð í boði at festa, men hann tók ikki av, uttan at hann slapp at búgva í Klaksvík, og tað fekk hann loyvi til.

Myndir