Minningarorð um Jóhan S. Purkhús

Úr Hagabókini fyri Uttan á Skarði : 1978 :

Ein av teimum, sum hevði stóran áhuga fyri at fáa seyð í Skarðstør, var Jóhan Purkhús. Hesin maður hevði frá frá ungum árum hug til seyð, og fjallaódnirnar, hann hevði, tá hann var í Kunoy, vóru í brattlendi, serliga Norðri í Dal og í Skorunum. Hann hevði eisini gávur at meta um umstøður, og hartil djarvur. Hann bar seg ikki undan, tá tað galt um at taka seyð í óføri, sum so ofta kemur fyri, har ið bratt og illgongt er. Tey fyrstu árini, teir høvdu seyð í Skarðstør, varð bátur brúktur, tí tað var ikki gangandi millum Skarðstør og Eggina, men at brúka bát var tungligt, og so var tað eisini kyrran, tað galt. Men so varð kannað, um tað ikki bar til at fáa rókina soleiðis, at tað kundi gangast, og var Jóhan eisini við, sjálvt um hann var gamal til slíkt. Rókin varð gjørd og var góð bæði hjá fólki og seyði í trý ár. Men so kom eitt lop, sum gjørdi, at rásin mátti leggjast ovari, og hetta arbeiði varð gjørt í ár.

Tann 20. september vóru vit har fyri at fáa hetta gjørt, og sum altíð var Jóhan við, tí hann visti, at seyðurin varð nógv minni knossaður og kom ikki undir so nógva líðing, tá tað læt seg gera at fáa hann heim eftir rásini. Hetta varð ein ódnardagur við grimdarregni, so tað var ikki gjørt liðugt, og tá ið vit vóru komnir í bátin á Kleivini, kom hann høgt við stormi, men vit komu allir aftur í øllum góðum, men hetta var síðsta ferðin hjá Jóhan Purkhús Norðuri á Skarði. Hann segði seg ikki vera væl fyri henda dagin. Um hetta mundi gekk eitt ringt krím, og helt hann, at tað var tað, sum hann var illa fyri av. men nakrar dagar seinni fekk hann apopleksi, og var tað so mikið ringt, at hann varð sendur á Landssjúkrahúsið í Tórshavn. Tað vísti seg, at tað var farið at ganga tann rætta vegin, men so knappliga versnaði hann og andaðist 4. oktober mitt í tíðini, tá mann stríðist við skurðfjøllini. Ein arbeiðsfelagi skrivaði minningarorð um Jóhan. hesa grein tók eg úr blaðnum, og havi eg lagt hana í hagabókina, og eg meini, at henda greini lýsir Jóhan so væl, at eg havi einki at finnast at. Henda dagin, Jóhan var og hjálpti upp á rásina út í Skarðstør, fóru vit upp á land undir rættini í Mikladali og aftur í bátin á Kleivini, so hann kom at ganga tað mesta av skarðshøgunum henda dagin og legði síðstu ferð frá landi har, sum teir fóru, tá tað varð øskukalt í hesi bygd, sum var fyri stórum missi Tollaksmessudag 1913.

Minningarorð um Jóhan Purkhús.

Tað vóru tung boða at fáa, at okkara kæri arbeiðsfelagi Jóhan Purkhús so brádliga varð tikin frá okkum. hann gjørdist sjúkur, men batnaði, men so gekk afturá, og hann andaðist á Landssjúkrahúsinum í Havn 4. oktober 66 ára gamal.

Jóhan varð borin í heim heima í Kunoy 17. februar 1912. Hann fór sum aðrir ungir tá til skipss, arbeiddi nøkur ár á dekki, fór á skiparaskúla og síðani at føra skip.

Jóhan var giftur við Idu, dóttur kenda skiparan og útgerðarmannin Jens Cl. Isaksen, og førdi hann skip hjá verfaðirinum í fleiri ár. Hann var fyri tí tungu lagnu at missa konu sína fyri 9 árum síðani. Børn áttu tey eingi, men tey tóku bróðurdóttur Idu til sín, og var hon teimum til stóra gleði, serliga eftir at Jóhan var vorðin einsamallur.

Jóhan tosaði ofta um Sáru Inger og gleddi seg inniliga, tá hon nú sum vaksin kom heim úr Danmark við manninum at vitja.

Jóhan fylgdi við árstíðunum. Tað var ofta at hoyra um várið, tá tað var farið at grønka við bakkan, og sólin komin upp. Tá var hann vanur at taka til sangin hjá Mikkjal á Ryggi : " Kom upp á fjallatind ". Hann kendi væl land sítt og vitjaði, so ofta tíð var, kring um í Føroyum. Nevnast kann, at hann var fastur fjallmaður hjá Mikkjal Joensen, bónda, norðuri á Nesi, og tá sonur Mikkjals, Jógvan, tók við eftir pápan, var hann fjallmaður hjá honum, til hann nú andaðist. Hann var kendur fyri at vera djarvur bæði til fjals og fjøru. Hóast hann tey seinnu árini arbeiddi á landi, sá hann nógv upp til menn, sum førdu ráevni til landið, og eisini teir, ið søktu bjørgini.

Tað finnast ikki nógvir bjargamenn í Føroyum í dag, og nú er ein minni teirra millum, tí Jóhan var roknaður at vera av djarvastu bjargamonnum. Jóhan var góður við náttúru okkara, og hann gekk væl um og minti okkum á at taka alt upp eftir okkum. Hann ynskti náttúruna so órørda, sum til bar.

Tá farið var til bjargar, og maður var bundin í línuna og fór av tromini, segði hnn altíð : " Eg befalli teg í Harrans hendur "  ! Hetta hevur hann helst havt frá barnaárunum heima í Kunoy.

Tá summarið kemur aftur, og menn fara í feitilendi og bjørg, vera tað fleiri, sum hava á munni : Hetta lærdi Jóhan okkum !

Jóhan hevði persónliga trúgv á sín Harra og Frelsara, og hann nógv í skriftini, men hann gekk stillisliga um við síni trúgv. Hann var heilur føroyingur, blíður at koma til og dugdi væl at skipa fyri, bæði á sjógvi og landi. Hetta siga vist allir, sum hava verið saman við honum.

Jóhan var ein góður arbeiðsfelagi. Hann hevði gott innlit í arbeiði, og aldri fór tú óhjálptur frá honum, tá tú spurdi hann.

Hann átti nógvar vinir, og hetta vísti eisini tann stóri skari, sum fylgdi honum til gravarbakkan.

Friður veri við minninum um Jóhan Purkhús.

Arbeiðsfelagar.

Myndir