Rættin Fyri Sunnan við Myllánna

Hendan rættin varð gjørd í 60 inum og hevur verið brúkt til seinast í 80 inum.

Tað hava verið 4 rættir sum vit vita um. Tann fyrsta stóð suðuri á gomlu rætt. Ella suðuri á Rætt sum teir gomlu søgdu. Hon varð flutt til Danmarkar og er varðveitt sum eitt fornminni.  Hetta var fyrst í 60 inum.Síðani varð ein timburrætt gjørd fyribils, nakað suður frá Myllánni. Hon varð brúkt í stutta tíð. Rættin við Myllánna var gjørd fyrst í 60 inum. Hon var ógvuliga framkomin, tá hon varð gjørd. Hon hevði vaskibrunn og tað sum hoyrir til tað arbeiðið. Hon var stoypt upp øll sum hon var. Tað er einasti hagi á eystursíðuni á Kunoynni, sum hevur vaskað á handa hátt og sum hevði teir møguleikarnar. Tíbetur komu aðrir møguleikar nakað seinni og tað vaskievnið sum verður brúkt í dag, er framúrsarandi og einkult at arbeiða við.

Myndir