Rættin Fyri Sunnan

Hendan rættin var gjørd fyribils, tá rættin á Gomlu Rætt varð flutt niður. hendan stóð eini 60 metrar sunnanfyri Myllánna. Hendan rættin stóð stutt uppi, tí hin við Myllánna var gjørd stutt eftir. Hon var tá í tíðini ógvuliga framkomin og seyðurin varð vaskaðu í einum brunni. Vit síggja í dag, at hetta var ógvuliga ringt fyri seyðin og tíbetur fingu vit seinni betri vøru til at vaska seyðin við. Hetta var einasta rættin á eystursíðuni á Kunoynni og varð brúkt til seinast í 80 - inum. Tá varð nýggj rætt gjørd og stendur hon sunnanvert við tunnilin, sum gongur til Kunoyar.

Myndir