Andrass Jacobsen skrivar :
Dagurin í dag 20. mars eitur Gordius. Men hendan dagin í 1901 var Sofía Malena Jacobsen fødd. Hon var úr Kunoy og hon doyði 9. mai 1982. Nú hesin dagurin er hennara dagur, vil eg siga eitt sindur um hesi bæði, ella hana. Hennara barnaár, veit eg tíverri ikki so nógv ella einki at siga um. Maður hennara var Símun Joensen, føddur 28. oktober 1901. Hann var føddur í Kongsstovuni á Skarði og hann var abbabeiggi mín. Hann doyði 19. juni 1988. Símun misti mammuna 1904. Tey vóru 3 syskin also Símun. Hann fór til mostur sína í Haraldssundi og vaks upp Har Suðuri, sum húsini eru nevnd. Sofía og abbabeiggi giftust 1929 og tey tóku so jørðina og húsið uppá seg. Hon var góð við kríatúrini. Eg minnist ikki til at tey høvdu kúgv, tíverri, men eg vil halda at tey høvdu kúgv sum hini húsini. Tá vit børn komu inn til teirra, sat hon altíð við onkrum í hondunum, við stokkum og onkuntíð við nálini, stoppaði hosur haldi meg minnast.Hon hevði eina kettu, sum enn eg síggi framanfyri mær, sum hevði sítt fasta pláss í vindeyganum og hugti út. Hon fylgdi við starunum uttanfyri, og altíð fingu vit keks frá abbabeiggjakonu, ja man minnist so nógv í barndómsárinum. Um eg skrivi meira, so verði eg ikki liðugur. Eg havi nógv at takka fyri hesa tíðina, sum man hevur livað, helst barnaárini. Hetta var bara eitt lítið sindur, sum eg vil viðmerkja til hendan dagin. Ein kundi nevnt um bátin, og tá húsini blivu umbygt, tað er ein søga fyri seg. Ein sum var við til at smíða húsini hevur fortalt mær, men tað er so ein onnur frásøga.
Torkil Heinesen skrivar :
Bæði mistu pápan tollaksmessudag 1913. Pápi hansara, Joen Pauli Joensen við skarðsbátinum og pápi hennara, Jóan Jacob Fredrikssen við kunoyarbátinum.
Myndir





