Kirkjan í Kunoy
Sambært pappírslepa, sum framvegis er til skjals í lesipultinum, verður byrjað at byggja nýggju kirkjuna hin 20. mai 1867, og longu hin 17. oktobar sama ár er nýggja kirkjan liðug sambært hesum sama lepa. Viðurin skal vera tilgjørdur niðri á hellu og einki sprek skal hava verið minni enn hálvanannan tumma, sum kom til kirkjuna. Allir teir, sum smíðaðu nýggu kirkjuna, vóru kunoyingar.
Ein annar pappírslepi undir altarinum sigur m.a. frá, at Símun har Suðuri í Haraldssundi, var formaður fyri byggingini. Hann gjørdi eisini prædikustólin, karmarnar og vindeyguni. Hann hevði eisini verið formaður fyri byggingini av Klaksvíkar kirkju, sum var bygd um somu tíð.
Kirkjan átti hvørki altartalvu ella ljósakrúnu, tá ið hon var bygd í 1867. Kunoyingar, ið vóru á floti, løgdu tí tosk burturav til endamálið og fingu Faktor Djurhuus inni í Klaksvík at útvega kirkjuni altartalvu og ljósakrúnu.
1. sunnudag í advent, hin 1. desember 1867 var kirkjan vígd av sóknarprestinum Ernst Bugislaus Wesenberg.
Sambært Kirkesyn på Færøerne 1834-1884 var kirkjusýn hin 14. juli 1868, har tað stendur, at Kirken er i 1867 opbygget af Nyt, 22 Alen lang 11 Alen bred; den har Skifertag med Hvælvning i Loftet, indvendig og udvendig malet, af et tækkeligt Udseende og meget rummelig.
Hin 13. apríl 1992 samtykti Føroya Landsstýri, at kirkjan og kirkjugarðurin í Kunoy eru friðað sum fornminni, men tó kunnu nýtast til síni endamál.
[KELDA: J. P. Gregoriussen, Eldru Hválvkirkjurnar]
Kirkjuráðið
Kirkjan.
Á Kunoynni við sínum trímum bygdum er bert ein kirkja og ein kirkjustaður ávístur, og tað er í bygdini Kunoy. Fyrstu ferð kirkjan í Kunoy er nevnd, er í søgnuni um flokksmennirnar, har sagt verður, at kunoyingar flýddu inn í kirkjuna og nýttu hana sum griðstað. Síðani eru fleiri kirkjur nevndar í skjølum. Núverandi kirkja er bygd í 1867, hin fyrra var so lítil og niðurslitin, at ikki var mett ráðiligt at umvæli hana, men heldur taka hana niður og byggja eina nýggja, sum stóð liðug í 1867. Kunoyar Kirkja hevur síðani fingið fleiri ábøtur og umvælingar; el bleiv innlagt í 1952 og miðstøðuhiti í 1969. Kirkjan og kirkjugarðurin vóru í 1992 friðað sum fornminni. Í byrjanini av 2000-árunum bleiv nýggur kirkjugarður tikin í nýtslu norðanfyri kirkjuna
Myndir






