Tá gløðurnar sortnaðu

Í sambandi við at tað í dag eru 100 ár síðani tey seinastu fólkini rýmdu av Skarði, hava vit valt at endursenda sendingina "Tá gløðurnar sortnaðu". Um bygdina Skarð, sum tollaksmessudag 1913 misti allar arbeiðsførar menn á útróðri og varð avtoftað Tollaksmessudagur fyri 100 árum síðani var ein lagnudagur fyri allar Norðoyggjar, tí í ódnarveðrinum hendan dagin, ið brast á sum eitt skot, gingu tríggir bátar úr Norðoyggjum burtur. Hinir vóru úr Kunoy og úr Norðdepli. Hetta var aðru ferð í eitt mannaminni, at allir arbeiðsførir menn á Skarði sjólótust. Fyrru ferð hóraði bygdin undan, men seinnu ferð vóru umstøðurnar nógv broyttar, og tí gjørdist vanlukkan deyðadómurin fyri bygdina. Í 1919 fluttu tey seinastu av bygdini og síðani hevur verið øskukalt á Skarði. Í august vóru fleiri hundrað fólk norðuri á Skarði, tá minnisvarði yvir teir sjólætnu varð avdúkaður. Lagt til rættis: Tórður Mikkelsen

Myndir