Stórkavin í 1947

Stórkavin 1947

Stórkavin í 1947 hevur fingið so nógva umrøðu millum manna, at tey, ið nú teljast upp í tað eldra ættarliðið, kenna ta umrøðuna. Tað byrjaði at kava Kyndilsmessudag í 1947 og kavin varð liggjandi til seinast í apríl mánaði. Hetta árið gjørdist tískil eitt satt fellisár til seyð um allar oyggjarnar.

Eitt kunnu vit undrast á, at sambært Hagabókin Fyri Uttan á Skarði, so vóru 126 áseyðir eftir, tá kavin var burtur. tað er sjáldsamt. 

Fleiri stórkavar hava verið síðani 1947, men eingin hevur ligið á leið so leingi sum tann kavin.

Myndir