Stórkavin í 1947
Stórkavin 1947
Stórkavin í 1947 hevur fingið so nógva umrøðu millum manna, at tey, ið nú teljast upp í tað eldra ættarliðið, kenna ta umrøðuna. Tað byrjaði at kava Kyndilsmessudag í 1947 og kavin varð liggjandi til seinast í apríl mánaði. Hetta árið gjørdist tískil eitt satt fellisár til seyð um allar oyggjarnar.
Eitt kunnu vit undrast á, at sambært Hagabókin Fyri Uttan á Skarði, so vóru 126 áseyðir eftir, tá kavin var burtur. Tað er sjáldsamt.
Tað vóru 126 seyðr eftir í haganum Fyri Uttan á Skarði.
Fleiri stórkavar hava verið síðani 1947, men eingin hevur ligið á leið so leingi sum tann kavin.
Tá vit tosa um kavavetrar, so eru hesi ár ofta nevnd : 1919 - 1947 - 1962 - 1979.
Myndir