Bjargingabáturin hjá Havnatindi
Bjargingarbáturin hjá Havnatindi fekk Bergar. Bergar átti í Havnatindi. Hann bleiv settur norðanfyri Íshúsið og rotnaði hann upp har hann stóð og bleiv burturbeindur. Veit ikki um hann brúkti hann nakrantíð. Hann var hvítur. Hann hevði einki navn.
Sum vit síggja á myndini, so liggur hann norðanfyri Íshúsið. Børnini í Haraldssundi brúktu hann at spæla í, so har fóru nógvir tímar.
Uttast við brúnna norðanfyri liggur nokk gamli Geytaskor og innanfyri hann liggur Nakkurin, sum nokk er nýggjur á hasi myndini. Hetta er umleið 1966.
Bátin sunnanfyri duga vit ikki at siga, hvør tað er. Um onkur heldur seg vita, so eru tey vælkomin at siga frá.
Myndir
