Nakkurin KG 504
Nakkurin liggur norðanfyri brúnna og er tann innari báturin. Uttari báturin er gamli Geytaskor, ið var eitt 5. mannafar.
Nakkurin er bygdur í Mikladali og hetta var fyrsti báturin, sum Kristian Julian Glerfoss gjørdi. Hann kom umleið 1965.
Markus Heinesen gjørdi stýrhúsið, og motorurin ein 8 HK Sabb bleiv settur í av smiðjuni hjá Jákup Samson Klaksvík.
Hann var gráur tá hann kom.
Hann er helst bygdur 1966.
Kelda Jógvan Martin Joensen
Myndir
