Geytaskor Gamli

Geytaskor liggur norðanfyri brúnna og er tann uttari báturin. Innari báturin er Nakkurin.

Gamli Geytaskor hevði ein Gøthe motor tá hann kom til Haraldssundar 4 HK. Teir skiftu motor og settu ein Sleipner 3 – 5 HK, men hann hevði fasta skrúvu. Ógvuliga ringt at fáast við.

Hann bleiv seldur, tá Rasmus Magnusson fær annan bát, eitt 10 mannafar. Hann hevði ein Albin 16 – 20 HK motor. Hann kom umleið : 67 – 68

Myndir