Úti á Grundum
Úti á Grundum :
Ella : Norðuri á Grundum:
Her er fyrsta búðsetingin á Skarði, men 1824 leyp áin, sum er norðanfyri húsini og allir norðurendin fór burtuúr. Tey vóru so sjelkaði av hendingini, at tey valdu at flyta húsini longur heim. Úti á Grundum vóru bara 3 hús.
Bygdin bleiv tá flutt umleið 300 metrar longur heim.
Símun Hansen skrivar í 1978 :
Tætt norðanvert við húsini rann Drekkarsáin, rundan um tey var Beitisteigur og neytageilin, ið vóru ein partur av Skálamørkini; einasta navngivna mørk á Skarði frá tí tíðini. Her er eisini Skálin, sum mørkin hevur fingið navn eftir; ein heyggjur ella tilkrógvin toft, sum man vera elsti bústaður í bygdini.
Í 1824 leyp áin í toybili, tók ein part av tveimum húsum og grótlegði eitt kúfóður av bønum, tað triðja húsið slapp óskalað. Fólkaskaði var ongin, men hendingin loypti sovorðnan hvøkk á fólki, at tey fluttu burtur haðani og settu seg longur suðuri.
Drekkarsáin, sum áður hevði verið ein vanliga lítil matará, gjørdi lopið til eitt breitt djúpt gil, og hevur hon síðani verið kallað Gilið ella Gamlagil.
__________________
Í dag kalla vit tað mest fyri Gamlagil.
Úti á Grundum :
1) Hetta var húsið, hvar foreldur Arant Poulsen búðu. - Árant varð føddur í Glasstovuni, sum fór sama árið í lopinum; gl = glasstovan; í miðjuni roykstovan og f = fjós. Hetta húsið hevur helst verið rópt Miðstovan.
2) Kann eftir støddini at døma hava verið eini hús, men óvist er, hvør hevur búð her, kanska Petur Jacobsen, sum nýliga var komin til bygdina.
3) Hetta er húsið Har Niðri.
g - s ) Er óivað húsið Har Uppi; seinni sodn - ella úthús. Hesi trý gomlu húsanøvnini flyta við til nýggju bygdina.
h = Kongshjallur
Kelda : Símun Hansen
Myndir



