Grindabáturin 1872

Hendan grindin doyr í Klaksvík 25-11-1872

856 Grindahvalir doyðu og tað vóru tilsaman 4770,00 skinn.

Vanlukkan á Skarði hendir 3 dagar seinni, tann 28. november.

Arent Poulsen hevur skrivað brævið. Hann var vit tí seinna bátinum.

Hetta brævið er leystliga umsett úr donskum :

Mín allarkærasti vinur !

Við tárum í eygunum, vil eg nú seta meg niður at skriva tykkum, um hesa syrgiligu hending.

Ímeðan grindin var dripin vóru eg og tykkara kæri sonur í sama báti og alt sýntist at vera so gott. Eg visti at hann var úttúraður og eg bjóðaði honum at koma norður at hvíla seg, men hann segði: Kæri vinur eg eri akkurát bjóðaður út til Oyrar av systkinabarninum Joen Pauli, so eg fari út við honum.

Síðani fór eg saman við øðrum norður til Skarðs.

Morguneftir tá eg kom aftur til Klaksvíkar hevði eg klæðir og   annað við til hansara. Tá eg møtti honum, spurdi eg hvussu hann hevði tað. Hann svaraði mær vinarliga, at hann hevði tað ógvuliga gott og hetta gleddi meg. 

Tá seðlarnir vóru útkomnir funnu vit beinanvegin hvalirnar og vit skóru teir upp so skjótt vit kundu.

Tá vit vóru lidnir at skera upp, koyrdu vit alt í báðar bátarnar og eg spurdi hvønn bát hann fór norður við og hann svaraði : “ Kæri morbróður, tað skal vera sum tú vil, men tó havi eg betri hug at fara í tann fyrra av tí at eg ikki havi verið norðuri á Skarði síðani grindin doyði.

Síðani skiltust vit við kærleika. Síðani fór hann inn í bátin og heilsaði enn einaferð. Eg var ofta bangin um hann, tá hann fór út frá mær, men hesaferð hugsaði eg ikki um at slíkt kundi henda, sjálvt um báturin var ógvuliga tungur, tá teir løgdu frá landi.

Tað var avgjørt at koyra grind uppá land í Haraldssundi, tí báturin var so tungur, men hetta varð ikki gjørt. Tað var ikki gjørt, tí tað bleiv sagt frá teimum sum komu frá tí við lívinum frá hesu syndarligu vanlukkuni. Teir vóru allir einigir um at fara við øllum norður til Skarðs, tí teir roknaðu ikki við at tað var so nógv brim har norðruri. Hetta var tó til fánýtis. Hetta var ein syrgilig stund, bæði fyri teirra sum vóru í neyðini og fyri tey veiku konufólkini ið sóu hesa syndarligu hendingina. Eisini at hoyra hesu syndarligu neyðarrópini og einki fingu tey gjørt. Tey stóðu hjálparleys.

Gamli Daniel Poul var komin oman á Kleivina fyri at taka ímóti teimum. Hann gjørdist stúrin, tá hann sá hvussu tungur báturin var. Hann var klárur til at kasta teimum ein enda fyri at lætta um bátin, men teir kundu tó ikki koma so nær. Teir royndu tó og hetta miseydnaðist. Sjógvurin fossaði inn í bátin og nakrir byrjaðu at kasta grind út og nakrir royndu at oysa, men tað hjálpti einki og báturin koppaði og sakk. Teir 5 sluppu skjótt á kjølin, men so fór báturin runt aftur og teir 5 sluppu inn í bátin sum var borðfullur. Tann eini var ikki at síggja og tað var Jacob. Hann sóu teir ikki aftur og har stóðu teir og róptu av neyð og elendigheit. Konufólkini glaðaðu yvir til Skálatoftir fyri at fáa teir yvir at hjálpa.

 Daniel Poul fór til gongu til Haraldssundar og tá hann var komin hálvan vegin, møtti hann tí minna bátinum sum skuldi norður til Skarðs. Hann rópti neyðarróp til okkum. Vit kastaðu beinanvegin alla grindina fyri borð og tað var fyri at koma skjótari norður og koma teimum til hjálpar. Tá vit komu norður var ein bátur av Skálatoftum eisini komin og vit sóu bara 4 mans í bátinum tá vit komu til hjálpar. Eg spurdi beinavegin  eftir mínum kæra systirsoni. Teir søgdu at hann var komin í teirra bát og tá eg sá hann, sá eg einki lívstekin frá honum. Síðani tóku vit allar inn í okkara bát. Okkara  bróðursonur livdi hálvan vegin heim til Haraldssundar, tveir av teimum lógu mitt í bátinum og har kom sjógvurin hægst upp í bátinum og teir blivu tí teir veikastu, tí teir vóru so kaldir.

Tá vit komu heim til Haraldssundar, fingu vit beinanvegin fatur á læknanum, men tað hjálpti einki. Hann kannaði beinanvegin systirsonin og læknin kendi hann áðrenn, men hann segði at her er einki at gera. Hann er deyður, men hann arbeiddi leingi uppá bróðursonin Poul, men heldur ikki her var nakað at gera. Gud veit hvussu syrgilig hendan løtan og hendan tíðin var fyri okkum og hvussu djúpt eg og  kæra kona mín syrgja  yvir okkara kæru trúgvu vinir, sum altíð vóru so mildir og blíðir. Tí vilja vit biðja tykkum, kæru vinir um at skriva okkum bræv ella biðja ein av tykkara synum saman við tykkum um at koma saman um at troysta hvønn annan og soleiðis kunnu vit tosa saman.

Í dag hava vit havt jarðarferð fyri teimum báðum og tey í Haraldssundi hava eisini verið við og hjálpt til í hesi neyðini.

Óli, mín bróðursonur hevur eisini eina kæru heilsan til tykkum og hervið endi eg brævið og til endans ein kæru heilsan til tykkum við familju um at vera í Guds hondum.

 

Myndir