Esper KG 150

Esper KG 150 :

Hoyrandi heima í Haraldssundi og báturin er eitt 4 mannafar og skrásttur til línufiskiskap. Bruttotons 0,83 og nettotons 0,83 og er undir klassa 3. Longdin var 19,3 føtur, breiddin var 4,85 føtur og dýbdin var 1,5 føtur. Báturin er bygdur í Klaksvík 1901 og er spískur í báðum endum. Hann er gjørdur til 4 mans. Eigari og reiðari var Aúgústinis Hansen fiskimaður Haraldssund. Bátsmaður var A. Hansen sjálvur og búði í Haraldssundi. Báturin er skrásettur og máldur í Haraldssundi 24 – 10 – 1903. Hesin báturin hevur ikki verið skrásettur áður.

Vit kunnu síggja at skrásetingarnummarið gongur í arv.

Navarin hevur í dag KG 150

Myndir