Jomfrú KG 149

Jomfrú KG 149 :

Hoyrandi heima í Haraldssundi og er innmeldaður og fingið fiskiloyvið 24 – 10 – 1903. Hetta er ein árabátur og innmeldaður til línufiskiskap. Støddin : Bruttotons 0,93 og nettotons 0,93. Hann er undir klassa 3. Longin er 20,0 føtur, breiddin er 4,95 føtur og dýbdin er 1,6 føtur. Báturin er gjørdur í Múla 1886, hann er spískur í báðum endum og gjørdur av eik og furu og er klinkaður. Hann er gjørdur til 4 mans. Reiðari er Rasmus Olsen fiskimaður Haraldssund. Førari er Rasmus Olsen. Báturin er uppmáldur í Haraldssundi og er skrásttur 24 – 10 – 1903. Báturin hevur ikki verið skrásttur áður.

Myndir