Tey gleðileysu Jólini 1913
Soleiðis skrivar :
Eitt 50 ára minni : Tey gleðileysu jólini 1913.
Jól er høgtíðin fram um nakra, siga vit - og so er aloftast, men fyri hálvt - hundrað árum síðani var sorgin jólagestur í mongum húsum í Norðoyggjum.
Tollaksmessu dag 1913 gingu tríggir bátar burtur við 19 monnum. Skarðsbáturin við 7 monnum, Kunoyarbáturin við 6 monnum og Norðdepilsbáturin við 6 monnum.
Veðrið hevði ikki verið lagaligt fyri jól, og menn tráaðu eftir at sleppa á flot; um náttina blíðkaði hann, veðrið bleiv av tí besta og fleiri bátar vóru leysir frá landi langt fyri dag. Hevði náttin verið vøkur, so var dagurin tað ikki; tá hann lýsnaði, brendi hann á við ódnarstormi an landnyrðingi og kavaroki, harafturat kom vestfallið og legði ein garð av krappsjógvaðum brotum um oyggjarendarnar. Tveir vóru bátarnir, sum fóru úr Kunoy henda morgunin, annar var undir landi, tá veðrið kom, hann sleit heim í bygdina, men eftir seksmannafarinum " Samløgan " bíðaðu tey forgevis.
Við henni fóru :Jóhan Dam 40 ár og 8 børn - dánial Danielsen 41 ár og 5 børn - Joen Jacob Fredriksen 50 ár og 1 barn. Thorsten Samuelsen 49 ár og 1 barn - Hans Pauli Jacobsen 16 ár - Hans Jacob Krebs Olsen 22 ár. Hans Jacob var úr Skúvoy og komin norður til Kunoyar at halda jól. Nesmenn sóu sama morgun rekar, sum teir hildu vera av Kunoyarbátinum.
Norðdepilsbáturin hevði egndan reiðskap frá degnum fyri; teir vandaðu veður og settust aftur, men hildu líkindini vera frægari henda morgunin og fóru út millum Grynnur. Teir høvdu sett, tá hann brast á, vestfall var komandi og læstu teim heimferðina. Dagin eftir róku árar og onnur bátsútgerð á land á Viðvík, og ivaðust menn ikki í, at tað var av Norðdepilsbátinum.
Við hesum bátinum fórust :
Hans Matias Hansen 40 ár og tvey børn vóru eftir -- Jóhannes Hansen 36 ár og ógiftur -- Hans Jacob Sivertsen 19 ár -- Olaf Sivertsen 16 ár -- Karl Justesen 46 ár og 3 børn -- Jóhannes Justesen 19 ár.
Við Skarðsbátinum fórust 7 mans. Av Kunoyarbátinum hødu teir sæð kíkar rekandi eftir sjónum og hildu, at teir vóru av Skarðsbátinum.
Joen Pauli Joensen 46 ár og 3 børn sótu eftir -- Jákup Petur Petersen 32 ár og 3 børn -- Mikkjal Petur Petersen 16 ár -- Poul Jákup Poulsen 32 ár og 1 barn. -- Símun Pauli Rasmussen 51 ár og 3 børn og Poul Edvard 17 ár. --
Fyri Skarðsbygd var henda vanlukkan byrjanin til endan. Nøkur á eftir, doyði bygdin út. Tey seinastu fólkini fluttu av Skarði 26. januar 1919.
Myndir
