Handilin hjá Pól Marius
Poul Marius turkaði fisk. Konurnar vaskaðu fiski í neystinum hjá teimum Har Innari.
Tímalønin var 10 oyru um tíman.
Haraldssundsmenn turkaðu eisini fisk yviri á Mælum. Mælurnar eru yviri á Borðoynni, norðan fyri núverandi smoltstøð.
Seyhúsið hjá Strandamonnum stendur har.
Annars vóru tvey fiskastykkir í Haraldssundi. Eitt er vil el- verkið sunnan fyri Glyvursá, og hitt er niðanfyri húsini Har Suðuri Heimi við hús.
Poul Marius stríddist nógv. Hann róði eisini fiskin norður úr Klaksvík. Poul Marius bygdi húsini í 1926 og tey rýmdu aftur í 1936, so tey búðu har í 10 ár.
Myndir
