Ein vandamikil fjalldagur
Norðlýsið skrivar 4. november 1977 :
Herfyri vóru menn á fjalli Fyri Uttan á Skarði, og komu teir heilt illa fyri.
Menn lógu út fyri lendingini við motorbátinum Victoriu, tá teir knappliga vóru varir við, at ein endi var komin um skrúvuna.
Victoria dreiv inn móti landi við Navarin, tá mennirnir fóru í ein árabát, teir høvdu uppá sleip og royndu at toga Victoriu út frá aftur.
Vindur var tá vorðin so nógvur, at har gjørdist einki. Mennirnir í árabátinum sluppu sær síðani inn undir Nakkin, har toluligt var at kroka.
Komnir í rætt, sóu fjallmennirnir hvussu vorðið var og sendu beinanveg ein mann til gongu til Haraldssundar at boða frá. Havnatindur fór straks til hjálpar. Tað rak nú nógv eystureftir, og Victoria var rikin eystur móti Viðoynni. Tað var neyðugt at lata tveir menn vera eftir á rættini fyri at vísa Havnatindi á, hvar mennirnir í árabátinum lógu. Hesir vóru tiknir upp beinanvegin, og seinni eydnaðist at finna Victoriu.
Tað gekk væl at fáa enda á hana og sleipa hana til lands.
Jákup Jacobsen var við henda dagin og kann hann leggja hetta afturat :
Tað var frískur vindur lágt og tá vit eru komnir í rætt, síggja vit at alt ikki er í lagið umborð á Victoriu. Skjótt síggja vit, at teir hava fingið um skrúvuna og fáa einki gjørt. Vit høvdu altíð eitt bildekk millum dekksbátin og árabátin, og seinni kundu vit staðfesta, at bildekkið var komið um skrúvuna, so har gjørdist einki. Teir, sum vóru umborð á Victoriu vóru Petur Danielsen úr Klaksvík, sum átti bátin og Símin Pauli Jóhannesen úr Haraldssundi.
Vit síggja eisini hvønn veg báturin rekur, og um teir einki gjørdu, so fór báturin nokk á land. Soleiðis sá tað út hjá okkum, ið vóru á rættini.
Ein maður varð sendur heim at boða frá, og tað bleiv Høgni Joensen, sum varð valdur út til tað. Høgni var tá 18 ára gamal og var uppá tað besta tá. Vit hava ikki tíðina, hvussu skjótt hann rann heim, men tað var skjótt og hann hevði nógvan mótvind.
Vindurin bara vaks og vit síggja so, at mennirnir fara umborð á Ytstadal, sum árabáturin kallast. Hann er bygdur í 1940. Teir rógva so av lívsins kreftum og royndu at halda bátin leysan av landi og tað eydnaðist. Hann gekk akkurát fríður av Navaranum, sum er tað uttasta vit síggja av rættini, tá vit hyggja norðureftir.
Tá báturin var farin vestur um Navarin, sóu vit eisini, at mennirnir sleptu Victoriu, róðu so undir Nakkin og vit mistu bátin burtur, tí hann fór afturundir.
Fólkið fekk boð um at fara til gongu heim og tveir vóru eftir á rættini. Páll Klettskarð var annar. Vit sum fóru til gongu heim, síggja so Havnatind koma skúmandi norður eftir. Hann hevði tá skift motor og gekk rættiliga skjótt. Havnatindur leggur so inn á Barmin Fyri Uttan, sum er undir rættini og har er djúpt. Páll sigur so teimum frá, hvussu støðan er og at Ytstidalur liggur undir Nakkinum. Tá so Páll hevur givið teimum boðini, fara teir báðir mennirnir, sum eftir eru á rættini eisini til gongu heim.
Havnatindur kemur so fram á Ytstadal undir Nakkinum og fær mennirnar umborð.
Síðani fara teir at leita eftir Victoriu og tað var blivi myrkt, men Havnatindur hevði radara og teir sóu hann nokk so skjótt á radaranum. Minnist meg rætt, so var Victoria 2 fjórðingar úr Nakkinum og 1 fjórðing úr Viðoynni, tá teir komu fram á bátin. Tað gekk væl at seta fast og so byrjaðu teir at sleipa.
Fólkið sum gekk heim, kom so við og við, men vit máttu senda bátin Haraldur eftir fólki, sum ikki vóru so væl fyri, og komu tey í bátin á Norðara Stíggj.
Tá klokkan var 21:00 legði Havnatindur at við Victoriu í Haraldssundi. Kavarar fóru beinanvegin niður og tað var bildekkið, sum var komið um skrúvuna.
Øll komu væl frá hendingini og eingin fekk skaða, men ein strævin fjalldagur.
Seyðurin bleiv standandi í rættini til dagin eftir.
Lagt kann verða afturat at úr Haraldssundi verður sagt, at menn ikki vita um verri fjalldagar at siga enn í ár. Bert ein dag, eydnaðist at monnum at sleppa til húsa aftur uttan karm. Annars var nógv av ungfólki heima, so haraldssundsmenn hava verið væl mannaðir at ganga fjøllini.
Miðal skurður, annars hava veðrarnir og heystlombini roynst væl. Ongin av veðrunum hevur verið niðanfyri 50 pund. Besta vekt av hagaveðri var 63 pund. Vanliga sigur mann, at er tað gott veðraár, so er skurðurin sjálvur ikki so góður. Hetta fylgist ofta at.
Besti veðrur haraldssundsmenn hava flett í ár, vá 72 pund. Hann hevði gingið í einum feitlendi, sum kallast Skarðstør.
Myndir
