Ódnin 14. januar 1989

Dimmalætting 17. januar 1989 skrivar soleiðis.

Haraldssund harðast rakt.

Nøkur fólk rýmdu úr húsunum og fingu sær skjól í tunnilsmunnanum.

Í hvussu so er helvtin av húsunum í Haraldssundi fingu skaða í ódnini sunnunáttina, sum fólk har norðuri siga,var ógvusligari enn ódnin fyri jól. Fleiri hús eru so gott sum oyðiløgd. flestu húsini í bygdini eru stoypt upp og hevur tað ivaleyst forða fyri fólkaskaða. í pengum man stórsti einstaki skaði í bygdini vera hendur á bygningin hjá Handskavirkinum. Øll yvirtromin fór oman av og innan er hendur stórur skaði. Eftir øllum at døma, verður tað drúgv tíð, áðrenn virkið aftur kann lata handskar á marknaðin.

Skjól í tunnilsmunnanum :

Tá ódnarveðrið veruliga tók dik á seg, var partur av bygdarfólkunum, leygarkvøldið í Klaksvík, har bygdarfelagið í Haraldssundi skipaði fyri dansi í húsinum hjá Klaksvíkar Dansifelag. hesi fólk sluppu ikki norður aftur fyrr enn dagin eftir. Meðan stormurin leikaði í uppá tað harðasta, var ikki hugsingur um at sleppa um byrgingina við bili. Men løgreglan í Klaksvík slapp yvir um í eini gummiged hjá Landsverkfrøðinginum. av trygdarorsøkum mátti løgreglan flyta fólk úr onkrum húsum. Úr Haraldssundi frættist at tað vóru fólk sum sluppu sær úr húsunum áðrenn tað ringasta illveðrið kom, og fingu sær skjól í tunnilsmunnanum.

Hvirlurnar vóru øgiligar :

Haraldssund og Klaksvík vóru tey økini, ið vóru meinast rakt. Løgreglan sigur, at hon hevur fingið um 50 bilar og húsaskaðar fráboðarar. Nógvir bilar er skavaðir upp av sandi og øðrum, sum fley ígjøgnum luftina. Vindurin var somikið harður, at ein bilur varð slongdur frá staðnum har hann stóð, og kom at liggja á síðuni.

Jákup Jacobsen sigur frá : 

Sum nevnt omanfyri, so vóru vit í Skálanum í Klaksvík. Vit visti at veðrið fór at verða ringt, men ikki so ringt. Vit ivaðust leingi um vit skuldu avlýsa dansin, men vit fóru so inn. Hetta sama kvøld gekk filmurin Tracy og hann er nokk um ódnarvegur. Eg tók lastbilin hjá okkum við til Klaksvíkar, um tað nú skuldi hent, at vit vóru noydda t fara norður aftur í ótíð av ódnarveðri. 

Nakað eftir midnátt kemur løgreglan niðan í Skálan og biður okku fara norður til Haraldssundar beinanvegin, tí har var stórur skaði hendir og teir vistu ikki, hvussu støðan var. Eg fór so út í lastbilin og eg fekk 11 aðrar menn við norður, so tað var trongt í stýrhúsinum. Bilurin var ein Scania 112 H við dumparalast. Vit koma so norður í grótbrotið norðanfyri Strond og tá er fólk har til arbeiðis. Vit fingu so gummigedina at koyra grús í lastina. Eg minnist bara, hvusssu tungur biluri var. Eg veit ikki, hvussu nógv tons var í, men bilurin var rættiliga tungur. Vit koma so yvirum og síggja beinanvegin at øll yvirtromin á Handskavirkinum var burtur. Pelar og timbur lá og sløddist eftir vegnum, so vit máttu rudda vegirnar so hvørt. Vit koyrdu so runt í bygdini og fóru inn í húsini fyri at vita, hvussu støðan var. Inni hjá Eriku og Símin vóru eini 20 fólk. Í onkrum húsum, vóru tey flýggja niður í kjallaran og lógu á bóli har. Standur var ikki góður og nøkur vóru skelkaði og grótu. Vindurin minkaði um 6 tíðina. Í 300 metrar hædd var vindurin máldur til 50 m / sek.

Her er eitt dømi um, hvussu sterkar hvirlurnar vóru. Forskallingar lógu Suðuri á Leiti og nakrar fóru í luftina. Ein var komin sendandi heim millum húsini og var brotnað. Annar vangin, sum var av jarni fór upp í luftina og kom niður aftur á ein jarðarteig norðanfyri Glyvursá. Símin Jacobsen átti teigin. Tá hann fór at grava jarnvangan upp aftur, tók hann til stuttleikar mál. hvussu langt tað var farið niður í jørðina. Trúgv mær ella ikki. Tað var farið 130 cm niður í jørðina og endin var ikki spískur.

Máldu 277 km / tíma á Norðadalsskarði.

Fá munnu tey vera, sum ikki hava ógvast við tær sjónvarpsmyndir av ódnini " Tracy " sum sýndur var sama kvøld. Eins og vistu tó av, at vindmegin, sum Landsverkfrøðingurin máldi millum 21 og 22. desember á Norðadalsskarði, var væl størri enn tað " Tracy " hevði við sær. Sagt varð, at ódnin " Tracy " sum leikaði á í Australia í 1974, vóru máldir 217 km / tíma. Á Norðadalsskarðið vóru máldir 277 km / tíma. Hetta var so leingi vindmátarin kundi standa í móti trýstinum. Í eni hvirlu, sum helst hevur verið enn sterkari, hvarv vindmátarin.

Myndir