Kúlubøkan 28. apríl 1995
Andrass Jacobsen skrivar soleiðis :
Hendan dagin, tann 28. apríl í 1995 var ein góður dagur. Eg var biðin at føra Jákup bróður norður til Skarðs hendan dagin. Hann ætlaði sær í hagan. Vit fóru við 6 mannafarinum Káraskor, sum var keyptur úr Sumba. Eg tók mær snøri við, fyri at vita um nakar fiskur var fáa. Eg royndi so við snørinum, imeðan eg bíðaði eftir Jákup Jacobsen.
Hetta árið vóru nógv rekatrø. Eingin fiskur var at fáa, men eg hevði sæð 4 rekatrø. Grundin til at man tók hesi rekatrøðini var, at pápi okkara Símin Oyrabakka gjørdi neystið størri. Hann brúkti rektrøðini til undirsløg og sperrur.
Tað tók eina góða løtu áðrenn eg hevði fingið bundið hesar rekar saman. Síðani sigldi eg heim á Búðadalshelluna. Hetta tók sína tíð. Jákup kom umborð aftur á Torvgjónni, sum er í Búðadali. Bróður var í haganum í 5 tímar. Vit sleipaðu rekarnar heim á dráttin í Haraldssundi. Síðani løgdu vit bátin við brúnna. Vit fara so yvir til neystið, har pápi stóð og sagaði rekatrø. Vit tóku so rekarnar niðanfrá, soleiðis at tey ikki vóru til hindurs.
Ímeðan vit standa og práta, hoyrdu vit nøkur byrsuskot norðuri á sundinum og alibáturin kom heim eftir og legði við brúnna og Pól Thomsen, ættaður úr Hvannasundi. Pól kemur so yvir til okkum og spyr okkum, hvør hvalur var so og so vorðin. Hann kendi ikki, men hann var eitt sindur sjelkaður, tí ein stórur hvalur var komin fastur í ein ring, sum smolt var í. Hvalurin var blivin fastur og hevði oyðilagt ringin. Pól og Jákup fóru síðani norður aftur at vita, hvussu støðan var við hvalinum. Jákup fór við alibátinum, tí hann var størri enn okkara bátur.
Teir komu síðani norður til ringin og sóðu at hvalurin var ein Kúlubøka og hon var deyð og hekk í nótini.
Teir komu so heim aftur við bátinum. Pól Thomsen ringdi so at síðani at siga frá hendingini, sum var farin fram henda dagin.
Síðani komu fólk norður til Haraldssundar og fleiri fóru norður við alibátinum. Teir høvdu stroppar og aðra útgerð við í bátinum. Ein kavari fór síðani niður at skera nótina fyri at fáa hvalin leysan. Stroppar vórðu síðani settir á hvalin og hann bleiv sleipaður heim á brúnna í Haraldssundi.
Ein kranabilur var komin norður og tað var bilurin hjá Herman Thorsteinsson.
Kúlubøkan varð síðani tikin upp á lastina á kranabilinum og kúlubøkan varð koyrd inn á Kósina, har hon bleiv skorin upp. Hon vigaði 9,3 tons.
Eg var einsamallur henda dagin í einum 6 mannafari. Vit eru vísir í, at hendan kúlubøkan hevði svomið heim aftaná bátinum hjá okkum. Ja, eg hevði verið kløkkur, um hon hevði komið upp tætt við bátin, tí hon var líka stór sum báturin
Myndir

