Snekkjusteinur fer á land

Soleiðis skrivar Fjúrtandi Nr. 47 - 2. og 3. juli 1992 :

Hetta skip varð bygt í Nykøbing á Mors í 1946. Tað var 73,8 føtur langt, 20 føtur breitt og 8,7 føtur djúpt. Tað var 82,53 bruttu registar tons og hevði ein 240 hesta Alpha Diesel motor.

As Færøske Fiskeskibe í Keypmannahavn keyptu skipið við skeyti, dagfest 27. mai 1946. Tað varð beinanvegin selt víðari til tríggjar víkarmenn : Jóhan Joensen - Magnus Pauli Hansen og Adrian Johansen. Hesir tríggir mennirnir í Haldórsvík vóru allir sjómenn, og teir áttu ein triðing hvør. Reiðari var Magnus Pauli Hansen, og hann førdi skipið tað mesta av tíðini.

Hetta er tað, sum stendur í skipaskrásetingini, men aðrastaðnis er okkum sagt, at Vilhelm Petersen og Jógvan Olsen og møguliga eisini Andreas Andreasen áttu í, og tað var eitt partafelag, P/F Vík, sum átti skipið.

Skipið fekk navnið Snekkjusteinur og skrásetingarnummarið VN 309. Men hetta far, var ikki leingi í flotanum. Tað fór á land, og bjargingin er ein tann mest dramatiska í Norðoyggjum í nýggjari tíð. Snekkjusteinur var trolbátur og var á trolveiðu á Norðhavinum, tá kavaroksódn av landnyrðingi brast á hóskvøldið 5. februar 1948. Snekkjusteinur fór undir land at kroka. Í mykrinum komu teir inn í brimið á Skarði og fór á land í náttarmyrkri í Urðini undir Skarðsbygd, har 50 metrar bakki er uppfyri.

Teir náddu bert eina ferð at rópa út neyðarkall á fiskabylgjuni. So fyltist stýrhúsið. Jógvan hjá Billu í Klaksvík hoyrdi hetta og boðaði sýslumanninum frá. Boðað varð so til teir bátsmenn í Klaksvík, sum áttu teir bestu motorbátarnar, um at fara til hjálpar. Veðrið var so ringt, tá bátarnir komu norður, at har gjørdist einki. Men manningin á Snekkjusteini var sloppin á land í Urðini, og tað hevði eisini eydnast teimum at fáa bátin við sær. Men úr Urðini sluppu teir ikki upp á bakkan. menn fóru eftir landi og høvdu línu við sær. Ætlanin var at draga teir upp.

Ikki fyrr enn seinnapartin dagin eftir, var ein skái, og tá slapp Josias Matras við sínum nýggja báti Glottanum so nær, at teir fingu ein enda í land. Teir stjóraðu so manningina umborð á Glottan við bátinum, teir høvdu fingið við sær á land. Hann varð stjóraður ímillum land og Glottan fleiri ferðir, og ein stórur steinur undir hekkuni á Snekkjusteini darvaði, men tað gekk, eftirsum veðrið batnaði.

Snekkjusteinur varð standandi í nakrar dagar, men tá ódnarveður aftur brast á av landnyrðingi, sorlaðist hann og sakk. Motorurin varð tó fiskaður upp seinni og fluttur til Klaksvíkar.

John Lassen í Klaksvík, førdi Snekkjustein. Hann sigur, at teir vóru 12 - 14 mans við henda túrin.

Snekkjusteinur varð strikaður úr skipaskrásetingini 14. desember í 1949.

 

Heimildarfólk úr Haraldssundi siga soleiðis frá :

Her kunnu vit leggja afturat, at tilfar av Snekkjusteini, kom rekandi heim til Haraldsundar og har bleiv okkurt av tí brúkt til neystaloft í Haraldssundi. Enn finst tilfarið í Haraldssundi, og hetta verður varðveitt sum fornminni. Tað var ógvuliga gott tilfar í timbrinum. Tá ein hugdi upp undir loftið í neystinum, sá ein part av skrásetingarnummarinum á Snekkjusteini. VN 309.

Myndir