Hesi húsini eru bygd í 1923 og tilfarið kom meginparturin av Skarði. Tað var Jákup Joensen Jákup á Skarði ella Jákup í Kongsstovu. Jákup var 14 ára gamal, tá skarðsbáturin gekk burtur. Hann hevur verið ov ungur til at sleppa við tann dagin. Karl Klettskarð bygdi síni hús við síðuna av og bygdu teir báðir um sama mundi.
Fyrst í 60 - inum blivu hesi húsini dagførd. Erika, dóttir Jákup var gift við Símin Jacobsen av Oyrabakka og tey fluttu inn í hesi húsini. Húsini vóru tá ov lítil til tvær familjur og so blivu húsini gjørd í stand og hjallurin varð bygdur uppí húsini.
Seinni aftur í 90, bygdi Símin bilhús niðanúr hjallinum, sum vit síggja á niðaru myndini.
Myndir


