Húsini hjá Ebbu og Jákup Jacobsen
Húsini er bygd í 1984.
Tað var Sámal Jóhan Klode, sum stóð fyri arbeiðinum at stoypa húsini upp. Teir byrjaðu uppá at gera formar Summarmáladag 14. apríl í 1984. Teir blivu negldir saman við fjalum og teir vóru 85 cm høgir, og var hetta óvanligt tá. Grundin til at teir vóru so høgir, var at so sluppu teir undan at stilla eitt umfar afturat. Tað vil siga, at teir spardu eina uppstilling. Hetta arbeiðið gekk so væl, at húsini blivu reist til Norðoyastevnu í 1984. Norðoyastevnan er fyrsta vikuskiftið í juni. Tann dagin teir reistu, vóru fleiri hjálparfólk við eisini. Hetta gekk bæði skjótt og væl. Tað fóru 460 sekkir av sementi í húsini. Sekkirnir vigaði 50 kg pr. stk. tá. 2400 metrar av jarni. Tá brúkti mann ikki net. Tað var ikki komið tá. Teir brúktu tvær blandimaskinur og fleiri bygamenn hjálptu til við at stoypa. Húsini eru ógvuliga væl gjørd. Veggirnir eru 20 cm allanvegin upp, eisini skjøldrarnir. Endasperrurnar eru stoyptar í veggin við múrenkrum. Tað vóru plastik - vindeygu frá Alu - Plast sett í. Tey vóru útskift í 2016 og hesi vindeyguni og hurðar, eru eisini av plastik og frá Grant.
Símin Jacobsen, stóð fyri arbeiðnum at rætta húsini inn. Tey fluttu inn 20. desember 1984. Ebba og Jákup giftust sama dag í gamla prestagarðinum í Klaksvík.
Myndir

