Carlton
Hetta stendur skrivað í bókini : Havið og Vit 1 / eftir Símin Hansen :
Carlton 1922 -- 1958 :
Skráseting : Carlton Klaksvík KG 381 -- mototslupp, 89,58 brutto, 44, 4 netto.
Longd : 75,8 føtur. Bygd í Grimsby í 1888.
Ognarsviðurskiftini : 30 - 04 - 1922 keypir Joen Jacob Jacobsen Klaksvík, úr Svøríki.
Í september 1931 selur J.J. Jacobsen 1/3 til J. F. Kjølbro og 1/3 og 1/3 til J.C. Isaksen.
09 - 02 - 1933 selir J.C Isaksen 1/3 til J.J. Jacobsen.
27 - 01 - 1943 selur J.J. Jacobsen 2/3 til P/F J.J. Jacobsen
16 - 02 - 1944 selur J.F. Kjølbro 1/3 til J.J. Jacobsen Klaksvík.
Í 1958 keypti Esmar Jacobsen sluppina.
Tíðliga á sumri keypa Joan Jakke á Viðareiði, Jens Clæmint og Jógvan Kjølbro sluppina Carlton úr Svøríki. Hon hevði motor 38 HK. Carlton er fyrsta skip úr Norðoyggjum, sum fer til Grønlands at fiska. Tað var í 1925.
Jóan Jakke førdi Carlton tey fyrstu árini; síðani førdi Poul Skarðenni hana í fýra ár, til Stella Maria kemur. í 1932 fer sonur Jóan Jakke, Richard at føra hana og hava hinir brøðirnir, Esmar og Jógvan, ført hana í mong ár, men eisini Edward uppi á Laði og Jens í Árnafirði hava ført hana. Meðan Jens Clæmint og Jóan jakke vóru saman um reðaravirkið, reiddu teir hana út, men síðani 1933, hevur P/F J.J. Jacobsen reitt skipið út. Hon er løgd í 1958.
Carlton varð settur uppá land á Fiskimøl í Haraldssundi, Tað var fyrst í 60 inum. Har lá Carlton í nógv ár. So kom Fischer Heinesen norður fyrst í 70 inum og negldi tvistar upp á sluppina. Hann koyrdi olju uppá tvistarnar og setti eld á. Sluppin brendi í einar 3 vikur, men tá viknaði hon so mikið, at tað byrjaði at brotna av henni. Tað var eitt gott spælipláss hjá okkum í Haraldssundi. Í dag er Carlton burtur. Carlton lá sum ein verja fyri teimum gomlu neystunum á Fiskimøl. Tey neystini eru nú í vanda fyri at fara fyri einki, og eitt fornminni, ið skuldi verið varðveitt fer fyri einki. Bygdasavnið hevur fleiri ferðir boða frá til Tjóðsavnið, men einki hendir.
Myndir

