Líðarenni

Líðarenni varð bygdur á Skála Skipasmiðju í 1945. Hann var 40 føtur langur, 13,7 føtur breiður og 5,9 føtur djúpur.

Hann var 19,86 brutto registar tons og hevði ein 90 hestar Alpha motor.

Sambært váttan, dagfest í Klaksvík 22. mai í 1945, keypti John Joensen í Leirvík bátin frá Skála Skipasmiðju. Hann fekk navnið Líðarenni og skrásetingarnummarið KG 107. John í Leirvík hevði bátin í 12 ár.

Við skeyti frá 9, desember 1957 keypti Jóhan Dahl á Gørðunum í Vági bátin fyri 60.000 kr. Hann varðveitti navnið Líðarenni, men fekk nú skrásetingarnummarið TG 855.

Jákup Joensen, Jákup á Skarði førdi Líðarenni øll árini, ímeðan Viggo Joensen átti bátin.

Ùr bókini : Leirvíkar bygdarsøga : Jákup Joensen hevði Líðarenni. Teir royndu ofta eftir upsa um summarið og fingu javnan upp í bátin, sum tók eini 44.000 pund. John og Viggo áttu bátin.

Seks ár seinni varð báturin aftur seldur. Við skeyti frá 23. januar í 1963, keypti Jens Kristian Petersen fiskimaður í Froðba bátin frá Jóhan Dahl fyri 40.000 kr. Jens Kristian fór til Grønlands við Líðarenni og róði út við honum har. Báturin fórst í ísinum í Føringahavnini veturin 1967. Líðarenni var alla tíðina skrásettur í Føroyum, og hann varð ikki strikaður úr skipaskránni fyrr enn í 1976.

Eigarin , Jens Kristian Petersen doyði 10. februar í 1975.

Jákup á Skarði førdi Líðarenni í mong Harrans ár.

Myndir