Fortunen
Annars høvdu Skarðsmenn brynjað seg út til útróður vid motorbáti. Teir høvdu keypt ein 31 føtur langan deksbát við motori, skrásettur í Norðoyggjum 24/09-1913. Fortuna , ( Fortunen ) KG 348, Teir, sum høvdu keypt vóru Joen Michelsen, Joen P. Joensen, Poul Poulsen , og Jacob P. Petersen, allir av Skarði. Simon P. Vitalis úr Klaksvík og Fredrik Fredriksen úr Kunoy. Um teir høvdu verið nakran túr við Fortunu er óvist, men søgan sigur, at hesin dagurin 23. desember 1913, skuldi vera teirra seinasti útróðróradagur við árabáti.
Báturin er bygdur í Havn av Elias í Rættará.
Hann var knapt 7 tons.
Símun Hansen skrivar soleiðis : Tíðin rann, nýggj ættarlið komu til og sár grøddust, men enn í 1913 var árabáturin einasta útróðrarfar á Skarði sum í øðrum brimplássum, ímeðan dekksbátar við motori úr teim fjørusløttu bygdum, longu høvdu dømt sínar árabátar til virkisloysi í neysti ella, tá best var, til grindarakstur. Men henda nýggja tíðin stóð beint fyri durum. Skarðsmenn høvdu fingið sær ein motor - bát við tí vónríka navni " Fortuna ", sum merkir eydna, og skuldu fara at rógva út við honum móti vári, men tað kom alt at ganga øðrvísi enn ætlað.
Myndir


