Ridderen KG 148

Ridderen KG 148 hoyrandi heima á Skarði. Gjørdur á Skarði í 1896 og er tilmeldaður fyri fyrstu ferð 23 – 10 – 1903 og fiskiloyvið í 24 – 10 – 1903. Báturin er ein róðrarbátur og var eitt 4 mannafar og var innmeldaður til línufiskiskap. Bruttotons 0,90 og nettotons 0,90. Hann er undur klassa 3. Longdin var 20,0 føtur, breiddin var 5,1 føtur og dýbdin var 1,5 føtur. Hann var spískur í báðum endum, opin bátur og var gjørdur av furu og eik og var klinkaður. Heimstaðurin var á Skarði og reiðari var Joen Michelsen fiskimaður og fleiri. Førari á bátinum var Joen Michelsen. Hetta er undirskrivað á Skarði 23 – 10 1903.

Viðmerking : Hesin báturin hevur eftir øllum at døma vanliga staðið í neystinum á Skarði. Teir hongdu eisini bátarnar upp undir loftið, tí neystið var ikki so breitt og tað hevur sjálvandi verið teir smáu bátarnir sum vóru hongdir upp undir loftið.

 

Neystini : Skarðsmenn høvdu eitt neyst á Skarði, eitt í Búðadali og so høvdu bæði haraldssundsmenn, kunoyingar og skarðsmenn neyst á Fiskimøl, sum liggur sunnanfyri Haraldssund. Hesi neystini vóru brúkt um teir máttu seta upp fyri veður ella um tað á annan hátt var neyðugt, so høvdu teir nesyt har.

Skráseting av bátum : Tann elsta skrásetingin av bátum er frá 1903. Keldan av hesum tilfarinum er  frá Skjalasavninum.

 

Myndir