Lundin KG 147

Lundin KG 147 hoyrandi heima á Skarði og gjørdur á Skarði 1893. Tilmeldaður fyri fyrstu ferð 23 – 10 – 1903 og fiskiloyvið 24 – 10 – 1903. Hetta er ein róðrarbátur og innmeldaður til línufiskiskap.

Bruttotons 0,83 og nettotons 0,83 og er undir klassa 4. Longdin er 19,6 føtur, breiddin er 4,95 føtur og dýbdin er 1,45 føtur. Hann er spískur í báðum endum. Hann er ein opin bátur og gjørdur av furu og eik og var klinkaður. Heimstaðurin er Skarð og reiðari er Símin Pauli Rasmussen og fleiri. Førari á bátinum er Símun Pauli Rasmussen. Báturin er ikki máldur og innmeldaður áður. Báturin er til 4 mans.

Viðmerking : Hesin báturin hevur eftir øllum at døma vanliga staðið í neystinum á Skarði. Teir hongdu eisini bátarnar upp undir loftið. So tað hevur eisini verið brúkt her, tí neystið var ikki so breitt.

Skráseting av bátum : Tann elsta skrásetingin av bátum er frá 1903. Keldan av hesum tilfarinum er  frá Skjalasavninum.

Myndir