Skardsbaaden KG 146
Skardsbaaden KG 146 hoyrandi heima á Skarði. Gjørdur á Skarði og tilmeldaður og fingið fiskiloyvið 22 – 10 – 1903. Róðrarbátur og er eitt 8 manafar og skal brúkast til línufiskiskap. Bruttotons 1.63 og nettotons 1.63 Klassi 3. Longdin er 24,3 føtur, breiddin er 6,0 føtur og dýbd 1,9.
Hann er gjørdur á Skarði í 1888. Hann var spískur í báðum endum og var ein opin bátur, gjørdur av eik og furu og var klinkaður. Hann er gjørdur til 8 mans. Heimstaðurin er Skarð og reiðari er Joen Pauli Joensen kongsbóndi og fleiri. Førari á bátinum er Joen Pauli Joensen á Skarði. Innmeldaður fyri fyrstu ferð 22 – 10 – 1903. Hann er ikki máldur og innmeldaður áður.
Viðmerking : Hesin báturin stóð eftir øllum at døma í neystinum í Búðadali og hevur nokk ongantíð staðið í neystinum á Skarði. Skarðsmenn høvdu neyst í Búðadali. Her var høgligari at draga bát og tá tað var eitt 8 mannafar, var tað so tungt at tað ikki lat seg gera at draga bátin niðan á bakkan á Skarði. So markið hevur verið eitt 6 mannafar.
Skráseting av bátum : Tann elsta skrásetingin av bátum er frá 1903. Keldan av hesum tilfarinum er frá Skjalasavninum.
Myndir

