Sildin KG 145
Sildin KG 145 hoyrandi heima á Skarði. Gjørdur á Skarði 1902 og tilmeldaður fyri fyrst ferð 22 – 10 -1903 og fingið fiskiloyvið 22 – 10 – 1903. Hetta var ein róðrarbátur og var eitt 6 mannafar og innmeldaður til línufiskiskap. Báturin er í klassa 3. Longdin var 22,35 føtur, breiddin 5,5 føtur og dýbdin var 1,6 føtur. Báturin er spískur í báðum endum, gjørdur av furu og eik og var klinkaður. Báturin var gjørdur til 6 mans. Heimstaðurin var Skarð og reiðari var Joen Pauli Joensen kongsbóndi á Skarði og fleiri. Førari var Joen Pauli Joensen. Hesin báturin er ikki tilmeldaður áður.
Viðmerking : Eftir øllum at døma, so er tað hesin báturin “ Sildin “ sum gongur burtur Tollaksmessudag 23. desembur 1913 við 7 monnum, so báturin er einans 11 ára gamal. Hesin báturin stóð vanliga í neystinum á Skarði.
Skráseting av bátum : Tann elsta skrásetingin av bátum er frá 1903. Keldan av hesum tilfarinum er frá Skjalasavninum.
Myndir

