Kunoyggin

Kunoyggin hoyrdi heima í Haraldssundi og teir, ið áttu bátin vóru :

Jógvan Pauli í Kongsstovu

Jens Sigurd Justesen

Símun Pauli Jóhannesen

Markus Heinesen

Rasmus Magnusson

Kunoyggin kom til Føroyar í 1978 og var av slagnum Viksund. Tað vóru 3 bátar av hasum slagnum, sum komu tá. Hinir vóru Gretha, heimahoyrandi í Rituvík og Vesturhavi, sum hoyrdi heima vesturi í Vágum.

Tá Kunoyggin varð seld, fór hon til Skálavíkar og fekk navnið Grindafossur. Hetta vóru góðir bátar.

 

Grindafossur varð seldur til Noregis. Vesturhavið kom seinni til Klaksvíkar og tað var Sylvan Jakobsen, sum átti hann. Tað kom eldur í bátin og hann sakk norðaralaga í Haraldssundi.

Tað kom eisini eldur í Grethu, sum sakk eystanfyri. Tjaldrið var á staðnum, tá hann sakk.

 

Myndir