Knúkur

Knúkur er hesin svarti báturin til høgru. Hetta var ein tristur, sum Rasmus Magnusson átti. Hann hevði ein lítlan páhangsmotor, sum kallaðis Cresent og líkist motorinum á niðaru myndini. Minnist meg rætt, hevði hann 4 HK. Hann var ógvuliga praktiskur, tí tá tú legði at og skuldi bakka, so mól tú bara motorinum runt og so virkaði hann eisini sum síðuskrúva.

Myndir