Brimnes KG 374
Í 1938 lat Pól Joensen ( Rasmussen ) og aðrir menn úr Haraldssundi byggja nýggjan bát á sleipistøðini í Klaksvík. Hetta var fyri at fáa sær betri útróðrarfar enn tann motorbátin, teir høvdu. Peter Joensen stjóri, gjørdi tekningina til bátin og Jákup úr Fuglafirði ( Jákup Jacobsen), skipstimbrari, sum tók bátin til byggingar sambært sáttmála, var fyristøðumaður fyri byggingini. Jákup úr Fuglafirði hevur lært skipasmíð í Skagen.
Veiðiúrslitið fyri eftirnevndu motorbátar fyri árið 1945, stendur at Brimnes 153.315 kg fyri 79.040,91 krónur. Túrarnir vóru 58. Bátsskipanin 6 mans : Formaður Karl Klettskarð.
Menn í Haraldssundi eiga bátin. Pól Rasmussen var formaður tá báturin kom, og var hann formaður til hann doyði í 1944. So tók Karl Klettskarð við, sum formaður frá 1944.
Úr bókini : Útróður 1845 --- 1945 eftir Robert Joensen.
Teir sum bygdu Brimnes vóru hesir: Petur Joensen teknaði, Jákup Jacobesen úr Fuglafirði stílaði fyri, teir sum smíðaðu vóru, Sørin Joensen av Viðareiði, Reinhold Jacobsen úr Fuglafirði, og Frodor Joensen úr Klaksvík.
Sjáldsom, men virðislítil veiða.
Haraldssundsbáturin Brimnes var fyrst í vikuni á Bankanum eystanfyri, men veiðan var virðislítil og sjáldsom Hann fekk 3000 pund av hávi og eitt sindur av øðrum. Teir kruvdu hávin og fingu yvir 300 pund av livur, men sjálvan hávin fingu teir einki fyri. Roynt hevur verið fyrr at sent háv niður, men prísurin var bert 2 sh fyri kassan, so tað var ikki ómakin vert.
Norðlýsið skrivar soleiðis 3 september 1954
Druknaður
Tá Brimnes skuldi fara av Klaksvík týskvøldið, saknaðu teir ein av manningini - Leivur Hovgaard úr Vági.
Leitað varð eftir honum bæði á sjógvi og landi, og seinnapartin mikudagin varð hann funnin við ta heimaru kaiina, har Brimnes lá.
Hann er helst farin niðurímillum tvey skip, sum lógu har, og druknaður.
Leivur Hovsgaard var 25 ár og ógiftur. Brimnes fór suður við líkinum í gjár.
Í 1945 hevur Brimnes fiskað fyri : 79.040, 91 kr
Í 1946 hevur Brimnes fiskað fyri : 81.100,00 kr
Myndir










