Vatndalur í Haraldssundi

Matr. nr. 23a

Hagin er 3 merkur :

KONGSJØRÐ AFTUR KOMIN Í KONGSSTOVUNA
Í gjár vóru vit á fjalli í Vatndali - hetta var fyrsti fjalldagur, síðani vit hava fest.
Tað gekk væl á fjalli. Allar ær, sum gingu út í heyst, komu í rætt
Fleiri vóru og tóku ímóti á rættini, har fingu vit pannukøkur, kaffi, te og sodavatn. Snapsur var eisini boðin úr snapsaglasinum "Dánjal Pól" frá 1858, sum var í Kongsstovuni á Skarði. Hetta glasið tekur hálvan pegil. Hálvur pegil er  125 ml

1 pegil er 1/4 litur = 250 ml

Peglaglas : Brennivínsglas, ið tekur ein pegil.

Markið á oyrunum er : Stývt á vinstra.

Pól, sum hevur havt festið í nógv ár, er her saman við nýggja festaranum, Kára Klettskarð í Kongsstovu.

Kári Klettskarð í Kongsstovu
tlf. 226158

Myndir