Fyri Norðan í Haraldssundi

Hesi hagin er nú koyrdur í tríggjar partar.

Tað eru tríggir festara og hava teir nú hvør sín haga. Sum vit hava frætt, er hetta ein fyribils roynd fyri at vita, um hetta er ein betri loysn. Vit hava eisini frætt, at hetta er ein betri loysn.

Matr.nr. 42a

Hagin er býttur í 3 javntstórar brúkseindir:

Vatndalur: 58 áseyðir - seyðamark: Einki á høgra og stývt á vinstra - Kári Klettskarð í Kongsstovu
Miðhagi: 58 áseyðir - seyðamark: Sýlt á høgra og bragd aftanundan á vinstra - Elinborg Jacobsen
Búardalur: 58 áseyðir - seyðamark: Hálvt frá horni á høgra og einki á vinstra - Rasmus Magnusson

 

1 mørk í ogn, sum er felags fyri hagarnar, liggur framvegis í haganum fyri Sunnan.

Myndir