Ytstidalur

Bygdur í 1940.

Ongantíð skrásettur.

Úr Hagabókini Fyri Uttan á Skarði.

Ytstidalur er her drigin upp á Kleivini, ið er lendingin undir bakkanum á Skarði. Her er ógvuliga høgur bakki, so um summarið stóðu bátarnir niðri á helluni í gomlum døgum. Um veturin stóðu teir í neystinum uppi á bakkanum. Teir høvdu gonguspæl, so tá bátarnir skuldu dragast, máttu fólk av húsi at draga bát.

" Ytstidalur " er bygdur í 1940 í Mikladali. Jógvan Glerfoss smíðaði hann. Ein geldær varð tikin og latin fyri bátin. Hon vá 67 pund og 36 merkur í tálg. Báturin hevur verið brúktur til fjallbrúk. Báturin er til enn og verður varðveittur sum eitt fornminni.

Viðmerking : Vit kunnu leggja afturat, at einaferð var hann leigaður út til Strandferðsluna. Teir brúktu hann eina tíð og aftan á tað blivu seymirnir skiftir út við nýggjar og báturin gjørdur í stand. Tað var Jóhan Petersen í Norðdepli, sum gjørdi arbeiðið.

Myndir