Skarðsmenn brúka hvít seyðbond á Skarði
Greivabitin eftir Robert Joensen :
Á Skarði hava teir brúkt hvít seyðbond higar til dags, og um atvoldina til hetta sigur søgnin:
"Einaferðina, tá ið teir vóru á fjalli fyri Uttan á Skarði, var eitt grátt lamb bundið við einum gráum seyðbandi.
Tá kom ein maður við einum longum stavi, snaraði stavsveðrarnar í ullina á lambinum og fór avstað við tí.
Hann sást fara til Klovna Stein, og har hvarv hann við lambinum.
Síðani tá hava skarðsmenn einans nýtt hvít seyðbond.
Obs !
Klovningasteinar
Myndir

