Skarðsmenn runnu eftir mánanum
Mánin sást av Skarði í Kunoy eitt kvøldið á fjallatindinum sunnan fyri bygdina; - hvør ið tá hevði verið har uppi, kundi tikið hann við hondum og havt hann oman við sær til Skarðs; tað hevði verið vorið sum hent, hildu teir, at hava hann hjá sær tey longu vetrarkvøldini; tá vildi tað ikki saka mikið, um einki var lýsið at lata á koluna, - tann stóri skínandi mánin kundi lýsa fyri teimum. Teir halda tí vera ráðiligt, at allir gonguførir menn í bygdini skuldu fara á fjall eftir mánanum og fáa hann til sín at spæla sær við sum leika og at hava til at lýsa altíð har. Teir so gera, glaðir yvir hetta vituga ráðið, og fara sum skjótast upp á fjallið, hvar máni lá, men, ass! tá ið teir komu har upp, var eingin mánin longur á fjallinum, hann var farin høgt upp í loft undan teimum og horvin longur suðureftir, so at eingin hevði so langar armar, at hann kundi røkka at taka hann. At fara omanaftur í bygdina við ongum mána hildu teir vera ov stóra skomm; teir fara tá til stroks aftur á ein hærri tind, sum syðri var og hugsaðu, at har mundu teir fáa hann, og tað sá væl út fyri, at hetta skuldi lukkast teimum, tí alt sum teir komu longur oman av tindinum, alt meira signaði mánin aftur niður á henda syðra tindin, og nú uggaðust teir og runnu tá alt teir vóru mentir upp á henda tindin; men tá ið teir vóru komnir upp á hann, var mánin aftur horvin. Teir trúðu nú, at mánin mundi ræðast teir, og fóru at renna av einum tindi á annan og rópaðu allir so blídliga teir kundu:
«Máni, máni, kom í mína brók,
tú skalt fáa smørklíning í bót”.
Men mánin vildi ikki goymast í skarðsmanna brøkur og ikki hava teirra smørklíning, men fór fram sína leið at lýsa fyri øðrum enn teimum; útlúgvaðir og deyðmóðir komu teir til húsa, men ongan mána høvdu teir aftur við sær.