Posturin

Úr bókini hjá Vilhelm Johannesen :

Jógvan í Árnastovu var bóndi og keypmaður. Hann hevði eisini postin, sum hann fekk í arv eftir faðir sín Jóhan Svend Olsen, ið var lærari, ættaður ú Svínoy og giftur inn í Árnastovu í Kunoy.

Posturin kom í húsið í 1928. Jóhan Svend sat við postinum frá 1. september í 1928 til hann doyði í 1948. Fyrsti postmaðurin í Kunoy var Dánial Poulsen. Hann var keypmaður og hevði handil í pakkhúsinum omanfyri lendingina.

Tað varð kallað fyri Pakkhúsið á Seyðakrógv. Hann tók eisini móti fiski. Dánial var ógiftur og tá hann legði frá sær í 1928, fór posturin úr Pakkhúsinum á Seyðakrógv og suður í Árnastovu til Jóhan Svend Olsen.

Nær Kunoy fekk postskiftisstøð veit eingin at siga. Vit slútta okkum, at rætta árið er 1927. Hetta byggja vit á frásagnirnar hjá Tamar Samson og Samson Samson viðvíkjandi bygdunum í Kalsoy ( Húsar og Mikladal ).