Jóhan Svend Olsen

Johan Svend Olsen, føddur 9. februar 1879 í Svínoy og deyður 13. desember 1950. Hann var sonur Ole Olesen - Poulsen og Elisabeth Malena fødd Joensen.

Johan Svend giftist við Elisabeth Sofie Margrete, fødd Joensen 13. februar 1884 í Árnastovu í Kunoy.

Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúlabí 1899 og var lærari í Kunoy, Haraldssundi og á Skarði 1899 til 1948, tá hann fór úr starvi. Hann var á ársskeiði á DLH 1912 - 13. Johan var formaður í sóknarstýrinum fyri Kunoynna og Kalsoynna í mong ár. Hann var eisini limur í umsjónarráðnum fyri Norðoya Sparikassa og Færø Amts Sparekasse. Hetta er úr Fólkaskúlalærarabókini í 1870 - 1997.

Skúlablaðið skrivar soleiðis :

Í 1899 tók hann læararaprógv og 1. oktober sama árið fekk hann fast embæti við skúlarnar í Kunoyar sókn. Tá vóru tríggjar bygdir á oynni. Kunoy, Skarð og Haraldssund. Skúlatíðin var soleiðis sundurbýtt, at helvtin var í Kunoy. Á Skarði 1/4 og Haraldssund 1/4, so tað er einki at ivast í, at Jóhan Svend hevði manga torføra gongd upp um Skarðsgjógv og oman til Skarðs.

Tollaksmessudag í 1913 hendi tann syndarliga vanlukkan, at Skarðsbáturin við sjey monnum gingu burtur á útróðri. Har fóru allir teir arbeiðsføru tilkomnu mennirnir í bygdini. Tað vóru tung jól hjá teimun konum og børnum, ið eftir sótu. Hetta gjørdi so tað, at tær einkjur og børn ið eftir livdu, ikki føldu seg føran fyri at halda áfram við at búgva á Skarði og fluttu tey seinastu fólkini 26. januar í 1919 úr bydini. Soleiðis hevur Jóhan Svend Olsen tey seinastu 30 árini bert havt skúla í tveimum bygdum - Kunoy og Haraldssundi. Tað eru skúlar í báðum bygdunum, tó at skúlin í Haraldssundi er nógv yngri. Skúlin í Haraldssundi er bygdur í 1930. Skúlatíðin millum bygdirnar hevur verið býtt eftir barnatalinum.

Tá ið Jóhan Svend Olsen gekk á læraraskúla, var einki á okkara móðurmáli; men hann var so framskygdur, at hann sá at skuldi skúlastarvið í skúlum okkara eydnast væl, so mátti móðurmálið verða hjartatátturin, og tí vitjaðia hann tíðan í til Havnar, tá ið skúlaskeið vórðu hildin har á føroyskum máli, og sjálvur hevði hann við tí áhuga hann hevði fyri máli, roynt at gjørt seg so fullkomnan sum tilbar. Tað er einki at taka seg aftur í, at hann var líka kønur í móðurmálinum, sum teir yngru lærararnir, ið hava havt føroyskt sum lærugrein í skúlanum. Í 1912 - 13 var hann eitt ár á " Statens Lærerhøjskole " í Keypmannahavn.

At hann eygleiddi tann ungdóm, sum fór út úr skúlanum, er besta prógvið, at hann mong ár hevur hildið kvøldskúla bæði í Kunoy og Haraldssundi. Nógvir eru teir unglingar, sum undir hansara hondum eru komnir langt fram mentanarliga sæð.

Jóhan Svend var giftur við dóttir Jógvan í Árnastovu Elsupu, og var hon honum ein góður stuðul ígjøgnum tey mongu ár, tey livdu saman. Hann hevði ta stóru sorg, at missa konuna stuttum áramáli herfyri. Hugnaligt var at koma í heimið, har tey bæði børnini sótu innandura, altíð fryntlig og blíð.