Bónakonan Elin Sofía droymdi

Kelda : Úr bókini : Hin heimurin bind 1 :

Dania, móður mín var sjúkrasystir og hevði telefonstøðina í bygdini. Tí komu bæði gleði  - og sorgarboð aðrastaðni frá gjarna fyrst til okkara.

Í tí sambandi segði hon mær einaferð frá eini hending, sum eg sjálvur eisini minnist  væl. Vit í Kunoy vistu, at ein maður, sum vit kendu væl, var ógvuliga sjúkur, og ein dagin varð mamma so biðin at fara suður á Bø í Uppistovu, at bera teimum boðini um, at hesin sami maður nú var deyður.

Tílík boð, vóru sum vera man, altíð sera tung at bera. men soleiðis vóru lívsins kor.

Mamma fór so suður, og komin inn um dyrnar, er bóndakonan Elin Sofía, ið var ættað úr Haraldssundi, skjót at siga við mammu, at nú er okkurt hent og spyr, hvør ið nú er deyður ?

Ja, sigur mamma : " At higar eru boð komin um, at NN ( hon nevnir sjálvandi navnið á manninum ) er deyður. "

Mamma spurdi hana tá : " Tú Elin Sofía, hví segði tú soleiðis og spurdi hvør ið nú var deyður " ?

" Jú Dania," svaraði hon. " Tað skal eg so væl siga tær, tí tá eg droymi um feskt kjøt, so grettur ikki, at tað er upp undir, at onkur doyr. " 

Tá segði hon fyri mammu, at hon seinastu nátt, hevði droymt um eina so ovurstóra rúgvu av feskum kjøti inni í roykstovuni í Uppistovu, at hon var noydd, at gleiva upp um hana, skuldi hon flyta fótin.

Tá ið hon so vaknaði tann morgunin, visti hon beinanvegin, at henda dagin fóru onkur deyðsboð at koma.

Elin Sofía segði fyri mammu, at hon kendi ongan frið á sær allan dagin, men gekk ferð eftir ferð út á trappuna at huggja heimeftir at vita, um hon ella onkur annar ikki mundi fara at koma suður á Bø við deyðsboðum.

Elin Sofía var tí ikki í iva um, at okkurt var hent, tá ið mamma kom inn um dyrnar, og tí spurdi hon : " Dania, hvør er nú deyður " ?