Hanus Frederiksen fekk skaða í haganum.

Hanus fekk skaða :

Hanus Frederiksen var føddur 26. oktober í 1892

14. September skrivar soleiðis 6. oktober í 1959 :

Kunoyingur kom illa til skaða. Leygardagin hendi eitt álvarsamt óhapp í Kunoy. Menn vóru farnir í hagan at væla um eina rætt. Meðan teir hetta gjørdu, vórðu teir fyri tí óhappi, at ein stórur steinur, teir fingust við, sprakk í trý stykkir. Eitt teirra fór á stikl, og bara tað so illa á , at tað rakti mannin, ið var niðari staddur, í høvdið.

Maðurin, ið varð rættiga illa meiddur, varð í skundi fingin til húsa av hinum monnunum. Komnir til Kunoyar, bar so væl á, at postbáturin "Polaris" júst tá var staddur har.

Við postbátinum varð so maðurin fluttur á sjúkrahúsið í Klaksvík. Eftir tí, ið frættist, livir hann ikki væl. Hin skaddi er Hanus Frederiksen og er 67 ára gamal.