Kunoyar Skarð -- Yrking
Hetta er ein yrking, sum húsamaðurin Jóannes Joensen - Geila Jóannes yrkti í 1983.
Vit leggja merki til, at yrkjarin hevur verið á Húsum, tá hann hevur yrkt yrkingina. Hann sær Skarðið, tá hann hyggur yvir á Kunoynna. og undrast eisini yvir náttúruna og hvussu vakurt hetta er.
Kunoyingar kalla hetta fyri Skarðið, og tað skilja vit væl, men haraldssundsmenn kalla staðarnavnið fyri Skarðsgjógv. Eystarumegin er hetta jú ein gjógv. Soleiðis er ofta við staðarnøvnum.
Geila - Jóannes hevur her hugleitt um tíðina, tá gingið var av Skarði til Kunoyar og aftur frá Kunoy til Skarðs. Tíðin er liðin og nú er henda myndin horvin. Eingin býr á Skarði longur. Tey rýmdu av Skarði 26. januar 1919. Hetta er lýst aðrastaðni á heimasíðuni.
Annars er hetta ein yrking, ið er verd at varðveita og vit lata yrkingina tala fyri seg :
O Kunoyar Skarð
eg minnist so væl, tá ið gingið varð har
frá Kunoy til Skarðs mangan lyktir tú sá
´ í Skarðdali norðara kjálkanum tá
um Skarðið teir fóru á degi og nátt
eg minnist tað gott.
Tann skiftandi tíð
hon minnir meg um hetta ósparda stríð
frá Skarði til Kunoy og aftur til Skarðs
tá ofta varð gingið av fólkinum har.
Nú er tað ein søga, sum sagt verður frá
so gjørdu tey tá.
Men Skarðið tað er
so sjáldsamt at síggja, nei ongastaðni her
um oyggjarnar sær tú ei líknandi skarð.
Ja, um tú langt leitar tú finnur ei har,
ið eygað kann undra, tá tað hetta sær
teg Kunoyar Skarð.
Ja, Kunoyar Skarð
So vakurt í útsjónd og stendur enn har,
sum tað hevur staðið frá fornari tíð
so vakurt tað er, einki Skarð líkist tí.
Av skørðum eg síggi ei nakað líkt tær
tú Kunoyar Skarð.
Myndir
