Huldumaðurin í Búðadali

Ein huldudrongur úr Búðadali ( sum er hagamark millum Skarð og Haraldssunds á Kunoynni ) gekk til Haraldssunds eftir ommu at tí konuni, ið hevur greitt mær frá hesi søgu. Omman æt Elseba Joensen av Viðareiði, og var tá ein ung og prúð genta, sum hesin huldudrongurin fegin vildi eiga. Bóndasonurin Páll á Blankskála á Kalsoynni fríggjaði til gentuna, og pápi hennara skundaði undir, at hon skuldi giftast, tí ikki fekst friður fyri huldudronginum.

Tey sendu so boð til prest, og tá hann frætti, hvussu vorðið var, segði hann, at tey ikki, sum vanligt var, skuldu vígast í kirkjuni í Kunoyar bygd, men í Fuglafirði í Eysturoynni.

Tann dagin brúðarskarðin fór frá landi í Haraldssundi til Fuglafjarðar, stóð huldudrongurin á støðni, meðan fólkið fór til báts, og tá báturin var komin fyri Kunoyarnakk, var huldudrongurin aftur á sjóvarklettinum fyri teimum har. Tá báturin kom til Fuglafjarðar, var hann upp aftur fyri teimum.

Nú var at fara at skunda sær í kirkjuna, men tá brúðarskarðin steig inn í kirkjuna, sat huldudrongurin longu har, og tá brúður og brúðgómur fóru innar í kórið, reisti hann seg úr stólinum og fór aftan á tey, og tá tey løgdu hendurnar saman framman fyri altarinum, rætti hann eisini hond sína hond fram. Tá var brúðurin komin so illa fyri seg, at hon var um at falla í óvit.

So illa var statt, at presturin mátti vakja hjá brúðhjúnunum um náttina. Alla náttina hoyrdist mikil rómur og gangur av huldufólkunum, men presturin vakti trúliga, og tá tað leið fram móti morgni, varð kvirt.

Eftir hetta hvarv huldudrongurin og sást ongantíð aftur.

Hasin Páll á Blankskála bóndasonur, er Poul Clemesen ( 1783 - 1851 ) av Blankskála, sum giftist við Anne Marie Simonsdatter úr Haraldssundi ( 1789 - 1848 ) Hetta brúdleypið var 11. november 1806 tá hendingin fór fram.