Nýggjan Messuakul

Kunoyar kirkja fær nýggjan messuakul :

Trúarlív :

Gongst sum kvinnur í Kunoy ætla, kann kirkjan í bygdini taka ein nýggjan messuakul í nýtslu, tá farið verður inn í trinitatis - tíðina komandi ár.

Nakrar kvinnur hava nevnliga sett sær fyri at brodera tann nýggja messuakulin við sjálvbodnari arbeiðsmegi í vetur, og tí er hetta drúgva, men spennandi arbeiðið so smátt farið í gongd.

Ein leygardag, tá tær hittust, høvdu tær fingið forkunnuga vitjan. Her fingu tær holla vegleiðing frá Poulinu Eliasen av Syðradali, ið veit rættiliga nógv um brodering, og hvussu ein fær tað besta úrslitið burturúr, eisini tá talan er um kápur og messuaklar í kirkjuligum høpi.

Nýggi messuakulin til Kunoyar kirkju verður grønur á loto. Hetta kemst ikki av ongum, tí trinitatis - tíðin í kirkjuárinum byrjar tíðliga á sumri hvørt einasta ár, tá alt stendur í besta blóma og tann grøni liturin sermerkir landslagið uttanfyri.

Tær eru ótrúliga spentar uppá hetta arbeiðið, og gleða seg til at koma í gongd av álvara, sigur Poulina Eliasen. hesar kvinnur eru sera góðar við kirkjuna, og tí ynskja tær at vísa sín kærleika til teirra kirkju á henda hátt.